Iran fer ikki at seta ein nýggjan sendiharra í Svøríki, sum landið annars ætlaði at gera.
Orsøkin er, at ein maður brendi eina koran uttanfyri eini mosku í Stockholm fyri nøkrum døgum síðani, skrivar Reuters.
At Svøríki loyvdi brenningini hevur fingið eld í fjúsið hjá fleiri muslimskum londum.
- Vit hava útsett ætlanina við at seta ein nýggjast sendiharra í Svøríki orsaka av at svenska stjórnin loyvir vanæran av tí heilagu koranini, skrivar iranski uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, á Twitter.
Londini Irak, Marokko og Jordan kallaðu teirra sendiharrar inn til samrøðu beint eftir koranbrenningina í Stockholm.