Øll 66 ferðafólkini doyðu, tá eitt ferðafólkaflogfar datt niður í Iran í morgun, tað skrivar BBC News á heimasíðuni.
Flogfarið hjá The Aseman Airlines, sum var á veg frá Tehran til útsynningspartin av býnum Yasuj í Iran.
Flogfarið fór úr Tehran klokkan átta lokala tíð, og hvarv av radaranum áleið ein tíma seinni.
Umborð vóru 60 ferðafólk, tveir vaktir, tvær flogternur, og ávikavist flogskiparin og stýrimaðurin.
Bjargingarlið vórðu send út nærindis býin Semiron í landsartinum Isfahan.
"Eftir leitanina í umráðnum, fingu vit tíverri upplýst, at flogfarið var krasjað. Tíverri, hava øll okkara kæru latið lív í hesum tilburðinum", hevur Mohammad Tabatabai sagt við BBC News.
Millum offrini var eitt barn.
Vegna vánaligt verður, máttu bjargingarliðini ferðast á landi til vanlukustaðið, hedur enn við tyrlu, skrivar BBC News.