Iranska stýrið hevur nú almannakunngjørt fyrstu avrættingina í kjalarvørrinum á ófriðinum og mótmælunum í landinum í seinastuni, og í gjár varð Mohsen Shekari hongdur, eftir at ein rættur hevði dømt hann sekan í illvilja móti guði.
Mótmæli byrjaðu av nýggjum í Iran, eftir 22 ára gamla Mahsa Amini doyði í varðveitslu hjá løgregluni, eftir at hon varð handtikin av iransku moralløgregluni fyri ikki at hava latið seg rætt í hijab ella høvuðturriklæði.
Mótmælini spjaddu seg skjótt kring landið, og mett verður, at talan er um ein av størstu avbjóðingum hjá stýrinum síðan kollveltingina í 1979.
Mohsen Shekari varð ákærdur og dømdur fyri at vera ófriðarfólk, fyri at hava sperrað ein veg í høvuðsstaðnum Tehran 25. september, og fyri at hava sært ein lim av paramiliterinum Basij við knívi.
Umframt avrættingina av Mohsen Shekari í gjár, hevur iranska dómsvaldið boðað frá, at 11 onnur fólk eru dømd til deyðis í sambandi við mótmælini.
BBC sigur, at sambært mannarættindafelagsskapinum Human Rights Activists’ News Agency hava 475 mótmælisfólk latið lív ig 18,240 eru tikin av løgregluni, síðan mótmælini byrjaðu.