Irak: Týsk kvinna deyðadømd fyri at vera partur av IS

Í Irak er ein týsk kvinna fyrsta útlendska kvinnan, ið verður dømd til deyðan fyri at vera partur av IS. Talsmaður fyri...

Alda Nielsdóttir
21. januar 2018 kl. 12:01

Í Irak er ein týsk kvinna fyrsta útlendska kvinnan, ið verður dømd til deyðan fyri at vera partur av IS.

Talsmaður fyri irakiska dómstólin sigur, at kvinnan, ið er ættað úr Marokko, skal heingjast.

Hon varð fangað av irakiskum hermonnum undir bardaganum í býnum Mosul í fjør. Hon er fyrsta útlendska kvinnan,  sum verður dømd til deyða í Irak fyri at vera partur av IS. Kvinnan er m.a. dømt fyri at hava hjálpt IS við at "fremja brotsverk".

Týska kvinnan hevur møguleika at kære dómin hjá sær, skrivar Berlingske.