Integratiónsprestur innleiðir Minari í Filmsfelagnum

Marjun Lómaklett fer at innleiða sýningina við Minari í Filmsfelagnum mikudagin hin 5. mai klokkan 20. Oscarvirðislønti filmurin Minari er um eitt koreanskt húski, sum flytir til USA í 1980’unum. Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í USA

Tíðindaskriv
4. mai 2021 kl. 07:50

Oscarvirðislønti filmurin Minari er um eitt koreanskt húski, sum flytir til USA í 1980’unum. Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í USA. Eftir at hava arbeitt hart í California í nøkur ár, flyta tey nú til Arkansas, har Jacob vil verða bóndi og fara undir egið landbrúk. Monica er ikki so fegin um avgerðina, og aftur at byrja eina nýggja tilveru á berum úr einum gomlum húsvogni. Men hon uggar seg við at mamman, Soonja, skjótt kemur at ganga teimum til handa og at vera um børnini. Men hjá húskinum úr Korea er tilveran á bygd í USA ein mangan avbóðandi tilvera, sum tó eisini hevur gleðistundir við sær, treyðugt so.

Minari, sum er koreanskt orð og merkir persilla, sett í nýggja amerikanska jørð, byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung.

Í høvuðsleiklutinum sæst Steven Yeun, sum er kendur úr Burning og sjónvarps røðini The Walking Dead. Minari, sum í ár vann eina Oscarvirðisløn, hevur higartil vunnið 105 altjóða filmsvirðislønir og er í uppskoti at vinna 211 aðrar.

Marjun Lómaklett, sum umframt at vera sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, eisini er integratiónsprestur í Føroyum, fer at innleiða sýningina við Minari í Filmsfelagnum mikudagin hin 5. mai kl. 20.

Sýningarnar eru almennar.