Innflyta færri nýggjar bilar - men nógv fleiri brúktar bilar

Sølan av brúktum bilum, er eksploderað

Áki Bertholdsen
1. mai 2024 kl. 11:37

Sølan av nýggjum bilum eksploderaði fyri nøkrum árum síðani, men síðani kom vend í aftur. Og tað stendur við, tí hesar fyrstu fýra mánaðirnar í ár, hava vit keypt færri nýggjar bilar enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Frá januar til apríl í ár, vórðu 499 nýggir persónbilar skrásettir, og tað eru 33 bilar, ella 6,2 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Annars eru onnur sløg av nýggjum bilum eisini seld, men tey tølini eru so smá, at tey broyta ikki myndina nevnivert, men tilsamans er 5,6 prosent færri nýggir bilar skrásettir frá januar til apríl í ár, enn tað vóru í sama tíðarskeiði í fjør.

Hinvegin er talið á innfluttum bilum, eksploderað, tí tað er næstan 173 prosent størri í januar til apríl í ár, enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør.

Frá januar til apríl í fjør, vórðu bara 13 persónbilar innfluttir við tí endamáli at selja teir. Men í sama tíðarskeiði í ár, er talið 119 persónbilar, og tað er ein vøkstur upp á 815 prosent. 

Eisini í hesum sambandi eru aðrir brúktir bilar innfluttir, men tey tølini eru smá - og nettupp av tí, at tølini eru smá, eru broytingarnar stórar í prosentum, so sum heild er talið á brúktum, innfluttum bilum, 173 prosent størri í ár, enn í sama tíðarskeiði í fjør.