Innflutningurin minkaður 1,2 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2023 til januar 2024 var 11,2 milliardir krónur. Tað eru 1,2 millardir krónur, ella 9,4 prosent, minni enn undanfarna skeið

Hagstovan
20. mars 2024 kl. 13:30

Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá februar 2023 til januar 2024 samanborið við undanfarna skeið.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 589 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Seinastu tíðina hevur prísurin ligið millum 5 og 6 krónur liturin.

Innflutningurin av matvørum og livandi djórum er vaksin 208 milliónir krónur ella 9 prosent. Hetta er fyri tað mesta fiskur til framleiðslu og alifóður.


Um vit hyggja eftir hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 492 milliónir krónur ella 9,3 prosent. Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 189 milliónir krónur, ella 4,1 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av brennievni, flutningstólum og líknandi til nýtslu í framleiðsluni.