Innflutningur og útflutningur nógv minkaður

Avleiðingarnar av, at heimurin lat aftur byrja nú at síggjast aftur í inn- og útflutninginum. Serliga fiskavøruútflutningurin er nógv minkaður

Bryndis Hjartardóttir
9. juni 2020 kl. 14:19

Uppgerðin hjá Hagstovuni fyri inn- og útflutningin geva eina greiða ábending av ávirkanini av koronatiltøkunum kring heimin.

Í apríl minkaði innflutningurin hjá okkum 23 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 
Serliga eru tað vørubólkarnir brennievni o.t. og rávøra til fiskavirking, har munurin er størstur. Stórur partur av hesari minking er tí vit innfluttu olju fyri 69 mió. kr. minni enn í fjør.

Innflutningurin í apríl 2020 var 493 milliónir krónur, 143 milliónir krónir færri, enn apríl 2019. Uttan skip og flogfør var minkingin 138 millónir krónur, ella 22 prosent.

Eisini stór minkin var í útflutninginum í apríl mánað. Samanborið við sama mánað fyri einum ári síðani, var útflutningurin lækkaður við einum triðingi. Hetta er 230 milliónir krónir færri enn undanfarna ár. Tað svarar til 33 prosent. 

Tað er eingin ivi um, at korona hevur ávirka útflutningin hjá okkum, serliga fiskavøruútflutningin.

Útflutningur av fiskavørum er minkaður við 187 milliónum krónum ella 30 prosentum. Serliga er tað útflutt minni av laksi, makreli og sild hetta tíðarskeiðið.