Í gjár varð ringt til løgregluni at boða frá, at innbrot var í eini goymslu. Óvist er, hvat tjóvurin var úti eftir, men har var í hvussu so er eitt sindur av øli inni.
Men hetta var mitt í arbeiðstíð, seinnapartin í gjár og eitt fólk, sum koma á staðið, og parkeraði bilin, hoyrdi rútin í goymsluni, brotnað.
Hann sá innbrotstjóvin inni í goymsluni og ávaraði løgregluna.
Tjóvurin fór avstað, men løgreglan visti hvør tað var og tók hann at kalla beinanvegin. Tá var hann tómhentur, men nú er hann so skuldsettur fyri innbrotið.
Ringt varð eisini til løgregluna at melda, at innbrot hevði verið í ein handil í Havn. Ein rútur varð brotin, men tá ið tað varð kannað, sá tað kortini ikki út til, at nakar hevði verið inni.