Í fyrranáttina varð brotið inn í Listaskálan í Havn. Ein maður breyt ein rút og fór inn ígjøgnum vindeygað, og har samlaði hann sær nøkur listaverk saman.
Alarmur slær til á løgreglustøðini beinanvegin, men tá ið løgreglan kom fram hevði hann sloppið sær til rýmingar.
Tá ið alt varð gjøgnumgingið, vísti tað seg, at einki varð stolið. Men innbrotsmaðurin hevði tikið málningar, sum eru virðismettir til eina slaka millión, niður av vegginum, og sett teir yvir til vindeygað, hann var komin inn ígjøgnum.
Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at hóast einki varð stolið, taka tey hetta í stórum álvara, tí her er talan um innbrot í Listaskálan, har ein stórur partur av okkara ómissandi mentanararvi er í varðveitslu.
Vakmyndatól eru í Listaskálanum og har vóru góðar myndir av innbrotsmanninum.
Heri Andreasen, sigur, at tey mettu, at talan kundi vera um ein útlending og tískil almannakunngjørdu tey myndir av honum í gjár fyri at fáa fatur av honum sum skjótast, tí tey stúrdu fyri, at hann fór at rýma av landinum.
Tey vísa eisini á, at hetta er innbrot á einum heilt øðrum stigi enn vanligt, tí talan er um rættiliga stór virði. Og tá ið maðurin tekur myndirnar av vegginum, og setir tær undir vindeyga, er talan í roynd og veru um stuldur, hóast hann ikki fór avstað við teimum.
Somuleiðis vildi løgreglan sissa fólk og vissa almenningin um, at talan er ikki um skipað brotsverk. Tað er nevniliga alt, sum bendir á, at hann var einsamallur um innbrotið.
Løgreglan sigur, at fleiri fólk ringdu við tipsum um, hvør maðurin kundi vera og onkur av teimum tipsunum vóru røtt. Men áðrenn løgreglan lukkaðist at gera meiri við tað, kom maðurin sjálvur á løgreglustøðina beint eftir náttúrða í gjár, og meldaði seg sjálvan.
Sostatt játtaði hann seg sekan, og eftir at hann var avhoyrdur, varð hann leyslatin aftur. Tað var hann tí løgreglan metir, at málið er lýst til fulnar og sostatt kann hann ikki órógva kanningararbeiði. Av tí sama eru treytirnar fyri at seta hann í varðhald, heldur ikki loknar.
Annars var talan ikki um ein útlending, men um ein føroying og tí metir løgreglan heldur ikki, at vandi er fyri at hann rýmir av landinum.
Einferð seinni kemur málið so fyri í Føroya Rætti. Maðurin er skuldsettur eftir eini strangari grein í revsilógini, sum verður brúkt tá ið talan er um stór virði.
Eftir vanligu greinunum um stuldur, kann revsingin verða upp til hálvtannað ár í fongsli. Men eftir hesi strangaru greinini, kann revsingin verða fongsul í upp til seks ár.