Innanríkisráðharrin í Ukraina deyður í tyrluvanlukku

Ukrainski innanríkisráðharrin og ovasta leiðslan í innanríkisráðnum eru deyð í tyrluvanlukku, ið hendi nærhendis einum barnagarði nærhendis høvuðsstaðnum í Ukraina, Kiev

Minst 16 fólk eru deyð og 22 onnur eru særd, tá ein tyrla datt niður í dag beint við ein barnagarð í ukrainska býnum Brovary (Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix)
Sigurjón Einarsson
18. januar 2023 kl. 11:26

Minst 16 fólk eru deyð og 22 onnur eru særd, eftir at ein tyrla datt niður í dag beint við ein barnagarð í ukrainska býnum Brovary, ið er ein forstaður til høvuðsstaðin í Ukraina, Kiev.

Tað upplýsa fleiri altjóða tíðindastovur, millum annað Reuters.

Millum tey deyðu eru tann ukrainski innanríkisráðharrin, Denys Monastyrskyj, umframt fleiri onnur í ovastu leiðsluni í innanríkisráðnum.

– Í morgun, mikudagin 18. januar, datt ein tyrla hjá stjórnini niður. Millum tey deyðu er ovasta leiðslan í innanríkisráðnum, innanríkisráðharrin, varainnanríkisráðharrin og skrivarin í ríkisfyrisitingini, sigur løgregluovastin í Brovary, Ihor Klymenko, og leggur afturat, at tilsamans 16 fólk eru deyð – harímillum tvey børn. Níggju av teimum deyðu vóru við tyrluni.

– 22 fólk eru særd og fáa viðgerð á sjúkrahúsi, millum tey eru níggju børn, leggur Klymenko afturat.

Millum tey deyðu er ukrainski innanríkisráðharrin, Denys Monastyrskyj (Mynd: Sergei SUPINSKY/AFP)

Tað ber ikki til at siga, hvør orsøkin til vanlukkuna var.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at vanlukkan er ein syndarlig hending, og pínan er ikki til at halda út. Hann hevur givið landsins trygdarmyndugleikararnar í landinum boð um at kanna vanlukkuna og umstøðurnar kring vanlukkuna.