Innanríkisráðharrin í Týsklandi ynskir at avmarka ES-pengar til Ungarn

Stendur tað til týska innanríkisráðharran, so skal tað kosta fyri Ungarn, at landið samtykkir lógir, ið ganga ímóti sentralum virðum, sum Evropasamveldið byggir á

Sigurjón Einarsson
2. juli 2021 kl. 12:35

ES-leiðararnir vita enn ikki, hvussu tey skulu bera seg at viðvíkjandi nýggju lóggávuni, ið Ungarn hevur samtykt, sum forbjóðar skúlum og miðlum at vísa børnum innihald, ið lýsir við homoseksualiteti og kynsskifti.

Men stendur tað til týska innanríkisráðharran, Horst Seehofer, so hevði ein passandi loysn verið at skert studningin frá ES til Ungarn. Tað sigur hann í samrøðu við Augsburger Allgemeine.

– Eg haldi, at við at skerja ES-fíggingina er ein máti at vísa Ungarn, at vit góðtaka ikki tílíka framferð, sigur Seehofer í samrøðuni.

Sambært honum, so brýtur tann ungverska lógin tey sentralu virðini, ið Evropasamveldið byggir á.

– Vit mugu ikki og vilja ikki góðtaka hetta, sigur hann.

Horst Seehofer vardi og stuðlaði annars ungverska forsætisráðharran, Viktor Orbán, undir flóttakreppuni í 2015, tá hann stongdi landið fyri flóttum.

Í 2015 flýddu 1,2 milliónir fólk yvir um Miðjarðarhavið í royndini at koma til Evropa. Hetta árið skrásetti ES, at umleið 5.500 fólk doyðu á vandamiklu ferðini.