Verkfallsstøðan hevur sum kunnugt við sær, at einki burturkast verður heintað. Vegna øktan smittuvanda, avmarkar hetta eins og á dagstovnaøkinum møguleikarnar fyri vanligum skúlavirksemi.
Kollafjarðar skúli hevur longu latið aftur, meðan Hoyvíkar skúli letur aftur mánadagin, kunnar Kringvarpið.
Fyri Kringvarpinum greiðir Heini Gaard frá, at tað veldst um ruskmongdirnar: "Tá ið bingjan er full av ruski, so ganga tveir dagar, haldi eg tað er, og so letur skúlin aftur."
Hann fortelur, at avvarðandi skúlaleiðararnir hava heimild útfrá eini meting at steingja skúlan við at boða Tórshavnar kommunu frá.
Heini Gaard metir, at teir allarflestu skúlarnir eru stongdir innanfyri tvær vikur.