Ingilín leggur frá sær

Hon hevur mist álitið í Løgtinginum og tí kann hon ikki halda fram

Áki Bertholdsen
24. oktober 2024 kl. 16:16

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, hevur nú lagt frá sær. Beint nú kunngjørdi hon, at hon hevur biðið løgmann loysa seg úr starvi.

Uppskot um misálit varð lagt fram ímóti henni og tá ið tveir tinglimir fyri Tjóðveldi, sum er í samgongu, eisini boðaðu frá, at tey atkvøddu fyri, verður meiriluti fyri upppskotinum um misálit.

Tey bæði vóru Liljan Weihe og Erlign Eidesgaard.