Ingi gevst sum grønlendskur landsliðsvenjari

Grønlendska hondbóltssambandið vil sleppa at royna okkurt annað, og tí verður avtalan við Inga Olsen ikki longd. Vestmenningurin, sum eisini er venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá H71, hevur verið grønlendskur landsliðsvenjari síðan 2017. Tað skrivar Sermitsiaq á heimasíðu síni

Sveinur Tróndarson
3. mars 2021 kl. 20:02

- Hondbóltssambandið hevur boðað frá, at tey hava hug at royna okkurt annað og at tey vilja hava ein annan venjaraprofil. Eg eri ikki vónbrotin um avgerðina og eg havi stóra virðing fyri arbeiðið hjá sambandinum og fyri avgerðini.

Tað sigur Ingi Olsen, nú fyrrverandi landsliðsvenjari hjá grønlendska hondbóltslandsliðnum við miðilin Sermitsiaq.AG.

Ingi Olsen tók við sum venjari hjá bestu grønlendingunum í hondbólti í 2017, og avtalan millum partarnar endaði við ársenda í fjør. Nú er so greitt, at avtalan ikki verður longd, og tað tekur royndi føroyski venjarin sum tað er.

Vestmenningurin hevur boðað leikarunum frá, at hann ikki longur er venjari, skrivar Sermitsiaq.AG. Men tað er ikki so, at hann ber agg um endaða samstarvi, tí hann hevur boðið sær til at hjálpa frameftir.

- Eg havi verið fegin um at vera landsliðsvenjari, og eg havi eisini boðað hondbóltssambandinum frá, at eg eri til reiðar at hjálpa til við leikaramenning ella onkrum øðrum, um sambandið hevur brúk fyri tí, sigur hann.

Í 2018 skipaði Grønland fyri Pan Amerikonsku kappingini, og tað er besta minni, sum Ingi Olsen hevur frá tíðini sum landsliðsvenjari.

- Eg minnist týðiliga hvussu tað var, tá tjóðsangurin byrjaði, og stuðulin, sum liðið fekk frá landinum er nakað, sum eg ongantíð fari at gloyma, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq.AG

Størsta vónbrotið er uttan iva, at Grønland ikki slapp við til heimsmeistarakappingina, sum var fyrr í ár. Tá varð Grønland valt frá av IHF, og tað vakti stóra misnøgd – og øði – í Grønlandi.

Grønlendska hondbóltssambandið er farið at leita eftir nýggjum venjara og hjálparvenjara.