Inger Støjberg fekk 60 dagar

Ríkisrætturin, sum seinastu mánaðirnar hevur viðgjørt eitt mál móti Inger Støjberg, fyrrverandi integratiónsministara, kom í dag til ta niðurstøðu, at Støjberg er sek. Støjberg fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing

Steinar Patursson
13. desember 2021 kl. 12:24

Inger Støjberg, fyrrverandi danskur integratiónsministari, hevur fyri lítlari løtu síðani fingið fongulsdóm á 60 dagar.

Dómurin er ikki treytaður, og Inger Støjberg skal tískil inn at sita.

25 av 26 dómarum í ríkisrættarsakini mettu, at Inger Støjberg var sek, hóast dómararnir ikki vóru heilt samdir um dómin. 15 teirra mettu kortini, at revsingin skuldi vera treytaleys fongsulsrevsing.

Støjberg kom fyri rætt í sambandi við avgerð, ið hon tók sum integratiónsministari um at skilja sundur pør, ið søktu um friðskjól í Danmark, men har annar ella bæði vóru undir 18.

Útlendingastýrið hevði ikki viðgjørt málini um friðskjólssøkjarar hvør sær.

Hægstarættarforsetin, Thomas Rørdam, segði, at rætturin metti, at eitt tíðindaskriv, sum varð sent út 10. februar, hevði týdning fyri málið, og rætturin metti, at Støjberg hevði ikki sent tíðindaskrivið út sum politiskt samskifti, men sum eina instruks, sum altso var ólóglig.