Tað er onki galið við at kjakast um hvar markið skal ganga innan talufrælsi. Og á summum økjum, skulu tað vera avmarkingar í talufrælsinum.
Tað sigur Inger Støjberg á summarfundinum hjá Danmarksdemokratunum í dag.
Men tá stjórnin vil avmarka talufrælsi við at forbjóða koranbrenningum frammanfyri sendistovum, er tað “sera torført at liva við”, sigur hon.
- Man kann altíð kjakast um talufrælsi, og man kann altíð kjakast um hvar markið skal vera. Men trupulleikin beint nú er, at tað ikki eru vit, ið ráða. Í hesi støðuni eru tað tjóðirnar í Miðeystri og aðrar myrkar styrkir.
- Tað er ikki ein Mullah í Miðeystri, sum skal ráða hvar markið fyri okkara talufrælsi skal liggja. Tað skulu vit sjálvi, sigur Inger Støjberg.
Hon metir, at uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen selur bæði sína egnu og Danmarkar sál í royndini at steðga koranbrenningum.