Í seinnu helvt av 90-unum fylgdu nakrir føroyskir fjølmiðlamenn Ingálvi av Reyni í útvið trý ár. Burturúr kom heimildarfilmurin "Svartur sannleiki" (1999), sum er ein persónslýsing av Ingálvi, við listamanninum sjálvum sum frásøgufólki.
20 ár ár seinni hava framleiðararnir verið í pappeskjunum og leitað gamlar upptøkur fram, sum máttu sáldast frá í klippingini til filmin. Virðismiklar upptøkur um ein af Føroya fremstu listarmonnum, sum ikki hava verið vístar alment fyrr.
Hesaferð møta vit Ingálvi av Reyni, soleiðis sum filmsliðið aftanfyri "Svarta sannleika" upplivdi hann. Á ferðini síggja vit samrøður, ið ikki hava verið vístar fyrr. Vit síggja aðrar síður av listamanninum og fáa innlit í íblástrarkeldurnar, sum ávirkaðu hann.
Dokumentarurin er gjørdur í sambandi við, at tað herfyri vóru 100 ár síðani, at Ingálvur av Reyni varð borin í heim.
Lagt til rættis og framleitt hava Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen. Filmurin varir 84 minuttir.
Frumsýningin verður í Filmsfelagnum mikudagin 3. mars kl. 19:00. Sýningin er, eins og allar sýningar í Filmsfelagnum, almenn og í Havnar Bio.