Nú Ingálvur hevði fylt 100 ár, vil eg fegin seta orð á tað, hann hevur havt at siga fyri meg og fyri drongin á Havnar gøtum.
Eg havi so nógvar jaligar myndir av hesum merkismanninum, sum fyri meg var sera háborin, men kortini fekk eg hesa kensluna av lítillátni, sum fekk meg at dáma og virðismeta mannin.
Vit plaga ofta at tosa um hesi, sum hava ávirkan á okkum og fáa okkum til tað vit eru, so fyri meg hevur Ingálvur altíð staðið sum tann, sum onkursvegna hevur umboðað tann vanliga mannin á gøtuni, tí hann var millum fólkið og heilsaði okkum á sín serliga hátt.
Ingálvur hevur altíð staðið stórur í mínum eygum, tí hann dugdi at umseta sín dugnaskap til eisini, at eg kundi føla meg at vera ein lítlan part.
Tað er ongin ivi um, at tað lítillátna fær meg at hugsa um tað stórbæra í menniskjanum, so tí verður Ingálvur ein sertøk ímynd av tí, eitt menniskja hevur sett sær fyri og vil leggja eftir seg.
Hann var eisini sera kristiskur móti sær sjálvum og sínari list, so aftur her fái eg hesa kensluna av eini skapan, sum ger hann serstakan.
Tí er tað ongin ivi í mínari verð, at Ingálvur mangan hevur stríðst við sína list og ikki bara at skapa sær eitt navn, men at listin skal standa eftir.
Sangarin
So koma vit til sangaran, sum eg haldi er ein av okkara størstu,, tí aftur her fái eg hesa kensluna av lítillátni, meðan røddin onkursvegna ger upp við hetta.
Eg havi fyrr nevnt hetta, at eg tíðliga í mínum lívi koma at uppliva Ingálv, tá konan onkuntíð fekk meg við á møti í Ebenezer.
Hann setti seg ofta aftast í salinum, so einaferð vit hava sett okkum, upplivdi eg hesa fantastisku røddina koma móti okkum, sum fekk nakkahárini at reisa seg.
Eisini var hann heilt serstakur saman við kóri, tí her fekk ein hesa kensluna av einari rødd, sum stóð heilt fyri seg.
Skulu vit tosa um “multikunst” er Ingálvur av Reyni so sanniliga eitt sera gott boð.
Hann var lítillátin, men millum okkara størstu!
Takk fyri listina, tónleikin og tann eg møtti á Havnar gøtum – við einum vinarligum smíli og heilsandi!