Inflatiónin í USA er hægri enn væntað
Brúkaraprísirnir í USA hækkaðu við 3,1 prosentum í januar í 2024 samanborið við januar í fjør
Ragnar Sjúrðarson
13. februar 2024 kl. 20:22
Brúkaraprísirnir í USA hækkaðu við 3,1 prosentum í janur í ár samanborið við januar 2023. Greinarar høvdu annars spátt, at inflatiónin fór at liggja á 2,9 prosentum.
Samstundis hækkar talið av fólkum í arbeiði, lønarvøksturin er vaksandi og bústaðarprísirnir fara uppeftir
Sambært Tore Stramer, sum er høvuðsbúskaparfrøðingur í Dansk Erhverv, eru tølini eitt tekin um at amerikanarar enn ikki hava fingið tamarhald á inflatiónini.
- Sum tingini síggja út nú, vænta vit at ein rentuhækkan í fyrsta lagi kann koma uppá tal í juni, skrivar hann í eini viðmerking.
Amerikanski meginbankin hevur sum mál, at inflatiónin uppá sikt skal niður á tvey prosent.