Andrea Árting verður nú heiðrað við nýggjari standmynd í miðbýnum í Havn.
Seinnapartin í dag, sunnudagin, verður standmynd avdúkað til minnis um Andreu Árting í Steinatúni í miðbýnum í Havn.
Andrea Árting slóðaði fyri í stríðnum fyri javnrættindum og kvinnuumboðan. Í Demokratia fegnast vit um viðurkenningina fyri tað stríð, sum standmyndin umboðar.
Havnar arbeiðskvinnufelag varð stovnað í 1936, og gjørdist Andrea forkvinna árið eftir. Hetta var í ringum tíðum. Korini hjá verkafólkinum sum heild vóru sera vánalig, og tey, ið virkaðu fyri fleiri rættindum til kvinnur, fingu stóra mótstøðu. Tær flestu av limunum í Arbeiðskvinnufelagnum arbeiddu í fiskiídnaðinum, og var trupult at fáa nakra av hesum til at átaka sær starvið sum forkvinna av ótta fyri at koma á svartalista hjá arbeiðsgevarunum.
Tá Andrea fekk starvið í boði, játtaði hon beinanvegin. Sum heimagangandi var Andrea meira sjálvstøðug, og hon hevði eisini víst, at hon var ikki bangin fyri at siga sína meining alment.
Hesi árini vísti Andrea áræðið til at ganga á odda í kvinnustríðnum við kravinum um at bøta um korini hjá arbeiðskvinnunum. Aðalendamálið var at fáa somu løn fyri sama arbeiði, og hesum stríddist hon fyri øll 40 árini, hon sat sum forkvinna.
Hennara seinasta avrik í forkvinnusessinum var at koma á mál við samráðingunum um líkaløn til kvinnur og menn. Hetta var í 1977, og kundi hon tá leggja frá sær.
Andrea var eisini nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag frá 1940 til 1958. Hon var heiðurslimur í Havnar Arbeiðskvinnufelag og fekk løn svarandi til forkvinnulønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988, 96 ára gomul.
Á fólkaatkvøðuni í 1946 talaði hon fyri loysing frá Danmark. Fólkaatkvøðan førdi til, at Føroyar fingu heimastýrislógina í 1948. Misnøgdin við, at Føroyar ikki fingu fullveldi frá Danmark, førdi til, at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, og Árting gjørdist ein av teimum mest trúføstu stuðlunum.
Andrea var í 1918 stigtakari til, at kvinnur fóru at rógva kapp í skipaðum kappróðri, ið annars var ein ítróttagrein, ið bert mannfólk luttóku í. Hon var áhugað í tónleiki, gekk til undirvísing og lærdi at spæla upp á fleiri ljóðføri. Hon smíðaði eisini løg og yrkti sangir. Yrkingar hennara vísa hennara politisku sjónarmið. Hon yrkti eitt nú kampsangir, ið kravdu betri kor fyri tað arbeiðandi fólkið.
Andrea Árting er ein varði í bæði kvinnurørsluni og arbeiðararørsluni í Føroyum.
Demokratia