Ímynda tær, at øll børnini í Føroyum vórðu dripin.
So nógv børn eru dripin í Gasa.
Ímynda tær, at tað slapp at halda fram.
Tað heldur fram í Gasa.
Ímynda tær, at tú vilt taka tíni børn og rýma.
Tú kanst ikki rýma úr Gasa.
Og tú kanst heldur ikki rýma Í Gasa.
Tí tú skalt eisini ímynda tær, at staðið, tín drápsmaður sigur, tú skalt rýma til, verður bumbað dagin eftir.
Heilt konkret skalt tú ímynda tær, at ein tjaldlega við vanligum menniskjum verður álopin, fólk missa kroppslimir og børn brenna á madrassum.
Tú skalt ímynda tær ein skurðlækna, sum uttan doyvingarevni fremur 3 amputatiónir fyrsta tíman. Ella kensluna at halda einum pinkubarnakroppi, sum lívið er runnið burtur úr.
Ímynda tær so, at fólk siga, at tað er tín egna skyld, tí tín stjórn er vitleys. At fólk sigur
- tit elska ikki tykkara børn, soleiðis sum vit gera.
Og at sama fólk spyr
- forrestin tekur tú frástøðu frá Hamas?
Ímynda tær so, at einhvør kritikkur av hesum viðurskiftum verður róptur anti-semitisma. At einhvør roynd at steðga hesum ørskapinum verður blokkerað av einum landi 10.000 km higani.
At sama land støðugt fóðrar hetta størsta barnamorði í nýggjari tíð við feskum sendingum av presisjónsvápnum. At Danmark eisini sendir vápn hartil.
Ímynda tær, at hetta eru somu lond, sum við álvarsligum myndugleika proklamera, at í altjóða viðurskiftum skulu altjóða lógir og siðvenjur virðast og haldast.
Ímynda tær lýsingarorðini, sum tín egni heimur brúkti um tragediuna í Ukraina. Tey avgjørdu politisku átøkini, solidaritetin og kontanta mótsvarið.
Ímynda tær, at tað gongur ein tunn húðarlinja tvørtur um heimin, sum onkuntíð er ein trúarlinja, ein mentanarlinja og onkuntíð bert ein linja í tínum høvdi.
Ímynda tær, at lýsingarorðini og solidariteturin ikki røkka tvørtur um ta linjuna.
Ímynda tær, hvussu einsamallur mann er, tá mann hevur brúk fyri hjálp.
At børnini, sum verða dripin skeivu megin ta linjuna, ongan góðan eiga.
Ímynda tær, hvussu einsamøll tey vera, tá eingin er eftir.