Starvslønin er heiti á eini samsýning, sum tryggjar arbeiðsfrið í eitt tíðarskeið til at útinna listarligt arbeiði. Upphæddin verður útgoldin sum løn, ið svarar til eina fólkaskúlalæraraløn á 21. lønarstigi, svarandi til 27.274 krónur um mánaðin.
Eingin onnur almenn stuðulsskipan elvir til kjak so ónt og ógvisligt sum listastuðulin. Mótmæli eru á hvørjum ári um henda stuðul og um nevndina, ið verður ákærd fyri bæði líkt og ólíkt, nepotismu og sentralismu og annan fanansskap.
Mótmæli
Mótmælini koma typisk í kjalarvørrinum á starsvslønarhandanum, tað er um várið also um hesa tíðina í februar/mars. Í so máta var eitt lesarabræv hjá Høgna Mohr atypiskt, tí tað kom í miðlarnar í desember (2018). Her gjørdi hann vart við sínar umsóknir, ið vóru havnaðar av nevndini í Mentanargrunninum ikki minni enn tíggju ferðir á rað.
Hann fanst at bygnaðinum í grunninum og nevndi persónar, sum eftir hansara tykki høvdu fingið stuðul orsakað av vinasambondum, meðan onnur høvdu fingið so nógv, at einki var eftir til hini. Talan var um eitt sinnisrørt mótmæli, skrivað av einum manni í opnum stríði, sum ikki ætlaði at gevast, hóast støðan sambært honum sjálvum var vónleys:
- Ein kann ikki upploysa svøllandi valdsbygnaðir sum tann í mentanargrunninum, tí teir eru lógligir. Og fólkini sjálv gevast ikki sjálvboðin, tí tað eygsýnliga loysir seg ov væl fyri tey og ávís onnur...”.
Seinni var onkur so nasadjarvur at halda, at lesarabrævið hjá Høgna Mohr í hvussu er loysti seg, tí hann var sjálvur millum móttakararnar, tá Mentanargrunnurin nakrar mánaðar seinni býtti út starvslønir.
Men í grundini vita vit einki um hvat tað var, hann søkti um ella hvat hini søktu um og hetta sama er galdandi hvørja ferð listastuðul verður latin. Vit hava ikki grundarlag til at meta um støðuna, tí vit kenna ikki til innihaldið í teimum ymisku umsóknunum. Og hetta er møguliga orsøkin til, at so stórur partur av kritikkinum av listastuðlinum eru illgitingar. Kanska kundi mann havt størri gjøgnumskygni í skipanini, meira kunning um hvør fær og ikki fær, men hinvegin hevði hetta kravt størri fyrisitingarligt arbeiði og grunnurin er neyvan nóg stórur til tað.
Í februar í 2018 snúðu atfinningarnir seg mest um hetta, at tað eru tey somu, sum fáa stuðul ár eftir ár, meðan tey nýggju fáa smærri upphæddir um nakra. Til hetta er at siga, at jú, gongdin innan veitingar frá Mentanargrunninum sær út til at fylgja professionaliseringsmynstrinum innan listaøkið annars við einum natúrligum vaksandi lyndi til í størri mun at stuðla yrkislistini. Tí hevði tað kanska loyst seg fyri áhugalistina um grunnurin varð býttur upp í tveir partar.
Starvslønarbýtið
Í ár hava tilsamans 34 fólk (24 menn og tíggju kvinnur) fingið starvsløn. Sum siður er, hava bókmentirnar fingið størstu upphæddina, tí 46 mánaðar fara til bøkur og týðingar, men summar av hesum hava møguliga við onnur listasløg at gera, myndlist, design og annað. Á øðrum plássi er tónlistin, har 42 mánaðar fara til at gera tónleik og ljóð fyri. Filmur fær heldur minni; 13 mánaðar, men filmur hoyrir undir vinnuna og hevur harvið aðrar fíggingarmøguleikar. Pallistin fær merkiliga lítið, bara 12 mánaðar og dansur tríggjar mánaðir.
Harumframt verður íverksetarastuðul uppá 75.000 krónur latin tveimum tónleikaverkætlanum og einari dansiverkætlan. Mentanargrunnurin fekk í ár 117 umsóknir, og søkt var um knappar 37 milliónir krónur. Grunnurin kundi í ár lata gott 4,5 milliónir krónur til starvslønir.
Eg havi biðið nakrar stuðulsmóttakarar um at lýsa seg sjálvar og hvat teirra verkætlan snýr seg um og so havi eg spurt, hvat tey halda um listastuðul. Tað er gott at hoyra, at mann ikki longur í øllum krevur verkætlanir. Hetta fegnast til dømis myndlistamaðurin, Hanni Bjartalíð um. Hann hevur fingið seks mánaðar starvsløn og gleðir seg at fáa frið at arbeiða.
Tvær leiklistarligar verkætlanir
Kristina Sørensen Ougaard er útbúgvin dansari og sjónleikari og hon er ein av stovnarunum av Det Ferösche Compagnie. Hon starvast sum dansari, koreografur og sjónleikari og vit hava upplivað hana í fleiri spennandi leikum, til dømis Operation Valentine. Hon hevur fingið fimm mánaðir av starvsløn til tvær verkætlanir. Listastuðulin hevur øgiliga nógv at siga fyri Kristinu:
- Eg eri ikki knýtt at nøkrum føstum arbeiðsplássi og havi ofta stuttar starvssetanir, kanska einar 3 mánar í senn. Tað hevur ótrúliga nógv at siga, at tað ber til at gera mína egnu list, og at eg kann hugsavna meg og fáa arbeiðsfrið til at fara ígjøgnum allar tær processirnar, ið krevjast fyri at skapa. Mann kann ikki undirmeta týdningin av, at hava føroysk listafólk, sum skapa føroyska list. Listin kann og skal viðgera evni, ið snúgva seg um okkum sjálvi og okkara samfelag. Í hesum førinum havi eg fingið møguleika fyri at arbeiða listarliga við tveimum verkum sum eru grundaði í føroyskari søgu, sigur hon.
Onnur verkætlanin eitur Lykkenborg og er ein leikur, sum er inspireraður av lagnuni hjá miðvinginum Pól Johannus, eisini kallaður Lykken og sum bygdi ein stóran smáttubygning, sum tey nevndu Lykkenborg. Kristina Sørensen Ougaard greiðir frá, at hetta er tað 6. leikverkið hjá Det Ferösche Compagnie og at hetta er fyrsti einkvinnuleikur hjá teimum. Ætlanin er at fara á leikferð við Lykkenborg.
Hin verkætlanin er Ó eftir skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen og er hetta eitt samstarv millum Tvazz, Tromsø Teater og onnur norðurlendsk listafólk. Leikstjóri verður tann dugnaligi Egill Pálsson. Ó hevur premieru í august í Norðurlandahúsinum og fer væntandi eisini á leikferð.
Leivur fer eyðmjúkur til verka
Júst hvat tað ítøkiliga blívur til er ikki heilt komið upp á pláss enn, men hann hevur fleiri hugskot, sum hann fer at byggja víðari uppá.
Kendi gittarspælarin, ljóðmaðurin, útvarpsverturin og tónaskaldið, Leivur Thomsen, gav í 2018 út fløguna Catch saman við bólkinum Plúmm. Ein framúrskarandi góð fløga, ið myndar sítt egna heilstoypta univers og sum er hugsað og bygd upp av einum royndum og dugnaligum komponisti og tónleikara til ein tónleikabólk hvørs førleikar, hann kennir innanfrá. Hann fegnast um at hava fingið seks mánaðir av arbeiðsfriði.
- Tað verður í øllum førum eitt “sluttprodukt”, sum vónandi kann skapa gleði, flyta onkur mørk, stimbra sansirnar hjá fólki o.s.fr. Tað er hart arbeiði fyri framman, og eg gleði meg! Hesin møguleikin, Mentanargrunnurin hevur givið mær, er framúr, og tað er við eyðmýkt og ábyrgdarkenslu at eg fari til verka, tí eg veit, at tað sita fleiri góð fólk har úti, sum ikki fingu stuðul í ár, sigur Leivur Thomsen.
Ein eksistentiel horror-komedia
Marjun Syderbø Kjelnæs er kendur rithøvundi, sum í 2011 vann Norðurlendsku Barnabókmentavirðislønina fyri bókina Skriva í sandin. Hon hevur eina BA í føroyskum bókmentum og máli, og hevur skrivað fleiri skaldsøgur og vit kenna hana eisini fyri fínu sangtekstirnir, sum hon hevur skrivað til Eivør.
Marjun arbeiðir við fleiri verkætlanum; tann sum hon er komin longst við er eitt leikrit, sum eitur Gentukamarið, og sum hóast elskuliga heitið er ein eksistentiel horror-komedia:
- Hetta er í høvuðsheitum klárt til at verða sett á pall og avtala er gjørd við leikhús um uppsetan. Eisini eri eg í holt við at skriva eina spenningsskaldsøgu um millum annað sosialt útsett ung, søgan krevur umfatandi research, við samrøðum og vitjanum. Tað er tíðarkrevjandi men ótrúliga áhugavert. Harumframt samstarvi eg við Trónd Bogason og Eivør um eitt tónleikaverk. Listastuðulin ger tað møguligt hjá mær at arbeiða sum rithøvundur í Føroyum av tí, at tað ikki ber til at liva av søluni av bókum. Tá ið eg ikki fái stuðul arbeiði eg sum sjúkrarøktarfrøðingur, undirvísi í skriving og tílíkt, sigur Marjun Syderbø Kjelnæs.
Livandi tilfar
Randi Samsonsen er sera spent og glað um listastuðulin. Hon starvast á Glasi, har hon undirvísir á yrkisnámi í tilvirki.
Starvslønin gevur henni arbeiðsfrið til at menna sítt listarliga arbeiði. Hon er útbúgvin cand. design við serfrøði innan tekstil, men hevur mest arbeitt innan listina, har hon leggur serligan dent á tað tilfarsliga:
- Ætlanin er at arbeiða við at skapa 3D listaverk, seta upp installatiónir við verkunum og at skráseta við foto og filmi, hvussu hesar installatiónir ávirka kroppsliga. Arbeiðisheitið higartil er "Matter is alive", sum er byrjanin av einum setningi hjá hálendsku Li Edelkoort og sum heldur fram "...even if it appears inanimate". Hervið taki eg eina útgangstøðu í at vit í okkara nútíð kunna hava mist sambandið við evni ella tilfar í okkara umhvørvi, sigur hon.
Musikalskar installatiónir
Magni Husgaard arbeiðir á Tekniska Skúla í Klaksvík og hevur annars eina sera breiða tónleikaliga bakgrund sum millum annað urguspælari í Leirvíkar kirkju og luttøku í ymiskum bólkum sum Aria og Quarter To Three Quarter To Three.
Hann hevur verið aktivur sum tónleikari seinastu 35 árini sum tónaskald, framleiðari, tónleikari, kórleiðari og undirvísari og fegnast um listastuðulin, sum nú gevur honum møguleika at hugsavna seg á ein hátt, sum annars ikki hevði latið seg gjørt.
Honum dámar listastuðulsskipanina, men setir spurnartekn við hvørt ein politisk skipan kann seta fortreytir fyri, hvat góð ella vánalig list er. Magni fer at brúka starvslønartíðina uppá at komponera sonevndan adaptivan og algoritmiskan tónleik og ljóðmyndir:
- Ætlanin er serliga at arbeiða við at gera musikalskar installatiónir, ið kunnu listprýða almenna rúmið og at skriva tónleik, sum samantvinnar tónleik við algoritmur, sigur Magni Huusgaard.
Listafólk broyta fólk
Katrina í Geil hevur útbúgving sum tekstildesignari við sergrein í binding og starvast við at klæða kvinnur, binding, ráðgeving, fyrilestra- og skeiðvirksemi og innan útbúgving.
Hon hevur fingið starvsløn til at kanna stimatroyggjuna til føroysku klæðini til tess at skriva ein bókling um, hvussu hon kann gerast:
- Ein troyggja, sum er eini 350 ár, framleidd av føroyskum kvinnum til sín sjálvs og sínar. Spurningarnir verða settir frá sjónarhorninum hjá sniðgevanum: Hvat hava tær gjørt, hví hava tær gjørt júst soleiðis og hvussu hava tær gjørt tað. Sum so ofta fyrr, læt ein verð seg upp, sum eg ikki hevði ánilsi av var til. Og lítli bóklingurin gjørdist skjótt ein størri bók í tveimum, har annar parturin er ætlaður at vera søga og frágreiðingar um binding, klæðir, at klæða seg og hvussu føroysk klædnamentan og klædnalæra hjá konufólki sær út til at vera ment. Hin parturin er um at gera troyggjurnar, har tað at binda uppá fólk er tað berandi. Nakað, sum er ymiskt frá at binda eina troyggju, tí her er fólkið við. Hvør ert tú, innan og uttan, hvussu brúkar tú klæðir, rørslur, arbeiði, og hvør er tín estetikkur, sigur Katrina í Geil.
Hon er sera glað fyri stuðulin, sum gevur henni tíð at granska og skapa, men sum eisini er eitt herðaklapp:
- Fyri meg eru listafólk granskarar. Talan er um fría grundgransking, sum vit í nógvum førum sjálvi fíggja. Vit granska í menniskjum, í estetikki og subjektivum estetikki. Hvussu vit øll varnast og fata verðina. Elta og knoða tað nýggja, koyra í og taka burtur, menna og broyta fatan. Skapa, umskapa og sýna tað fyri verðini sum upplivingar. Við og uttan orð. Listafólk broyta fólk og fólk broyta verðina, leggur hon afturat.
Tekur tíð at skriva umsókn
Tó at Jóhan Martin Christiansen er lutfalsliga ungur, hevur hann verið nógv frammi í føroyska listaumhvørvinum, síðani hann í 2014 varð liðugur við útbúgving sína á kunstakademinum í Malmö. Hann hevur havt serframsýning í Listasavni Føroya og hevur í fleiri ár verið virkin á listapolitiska pallinum, millum annað sum forfólk í felagnum Føroysk Myndlistafólk og sum starvsnevndarlimur í Listafólkasambandi Føroya.
Jóhan Martin hevur fingið eitt ára starvsløn, sum hann fer at brúka til at arbeiða við fleiri verkætlanum, millum annað eini framsýning í Steinprent, sum letur upp í heyst. Hann gleðist um starvslønina og ger vart við, at umsóknin tekur tíð at orða:
- Stuðulin er latin við støði í eini umsókn, har eg gjølliga havi lýst mítt arbeiði og verkætlanir. Ein slík umsókn krevur nógva orku og tekur ein til tveir mánaðir at skriva. Tað er spennandi at gera slíkar umsóknir, eg fái sett míni egnu verk í perspektiv og mált temperaturin so at siga. Tað er bæði umráðandi við listastuðuli fyri meg persónliga men eisini fyri almenningin, at okkurt verður latið afturfyri til tey. Eg royni dagliga at gera mítt besta, og hetta vóni eg eisini at Føroya fólk, ið letur stuðulin umvegis skattin, fær ágóðan av, millum annað við at koma til tiltøk og framsýningar, sigur hann.
Kjak og kritikkur av tí góða
Í Nón í Kringvarpinum tosaðu verturin, Ingi Rasmussen og formaðurin í Mentanargrunninum, Poul Guttesen 12. mars um eitt kjak, sum hevur verið um, at Jóhan Martin Christiansen fekk eitt ára starvsløn.
Hetta kjakið kom í kjalarvørrinum av einum innslagi í Degi & Viku, har eitt sera gott, men eisini rættiliga rísið og avantgardukent verk hjá Jóhan Martini prýddi bakskermin hjá vertinum meðan hesin greiddi frá ársins starvslønarbýti.
Undirritaða hevur sæð verkið, sum var við á eini áhugaverdari framsýning í Keypmannahavn við heitinum, Resonans, men hetta kvøldið, tá eg sá tað í tíðindasendingini fekk eg tann tankan, at tað kanska var hugsað sum eitt slag av provokatión, men hetta kann jú illa prógvast. Tá eg spyrji listamannin hvussu tað kennist, tá fólk kjakast um ein í einum negativum tóna, svarar hann:
- Eg kenni ikki ítøkiliga til hetta kjakið, men tað er alt í lagi, at fólk hava meiningar um mína list. Kjak á Facebook og líknandi sosialum miðlum ber ofta brá av einum trøllsligum tóna, har fakligheitin ikki altíð stendur fremst. Eg eri givin at lesa og luttaka í slíkum kjaki, bæði um míni verk og um tað hjá øðrum. Eg haldi tó at kjak og kritikkur, sum Poul F. Guttesen nevndi í Nón, er gott. Tá ið kjak er sakligt og fakliga grundað, kann tað vera sera spennandi at luttaka í. Har kunnu vit í felag skifta meiningar og flyta okkum, fáa størri innlit í egnar tankar og tankarnar hjá øðrum. Men hetta krevur, at rættir karmar verða settir um kjakið, at luttakarnir eru fyrireikaðir og at eitt felags grundarlag fyri kjakinum verður lýst, tað vil siga at luttakarnir kjakast út frá somu treytum, sigur Jóhan Martin Christiansen.
Avmarkaður marknaður
Eg haldi sjálv, at hesi sjey dømini um stuðulsmóttakarar vísa, at talan sum heild er um seriøst arbeiðandi fólk við áhugaverdum verkætlanum.
Tann føroyska mentanarstuðulsskipanin er komin fyri at vera, men tíðin er møguliga komin til tess at býta grunnin í tveir partar millum leik og lærd og tað er ikki fyri at verja yrkislistina, sum einaferð var hildið, men fyri at verja áhugalistina og menna yrkislistina.
Sjálvandi eigur nevndin í Mentanargrunni Landsins at ansa eftir vanahugsan, eins og tey mugu halda seg frí av frændaveldi, men kritikarar av skipanini mugu eisini taka atlit til støðuna hjá list í Føroyum.
Sjálvt um ein føroyskur rithøvundi er professionellur sum Marjun Syderbø Kjelnæs merkir hetta sum áður nevnt ikki, at hon kann liva av sínum útgávum. Til tað er føroyski marknaðurin ov avmarkaður. Myndlistafólkini eru frægari fyri, tí tey hava tann framíhjárættin at kunna selja síni verk og hesum eru tað summi, ið kunnu liva av. Men tað kommersiella kann lættliga gerast eitt listaligt haft, har listafólkini ikki hava tíð at granska og menna sína list, tí tey javnt og samt skulu framleiða list til sølu.
Vilt tú nakað meira við tíni list enn at tekkjast fjøldini er neyðugt við listastuðli, so einfalt er tað. Og nei, tað er einki einfalt at fáa eitt bræv við einum noktandi svari frá Mentanargrunninum. Eg havi sjálv upplivað bæði at fá ja og nei. Síðstnevnda bræv er sum at fáa ein neva í búkin – har liggur eitt undirskrivað skjal á borðinum, sum rætt og slætt váttar tað, tú í ringum løtum hevur havt varhugan av. At tú einki er verd.
Hinvegin er tað eisini eitt sindur soleiðis at fáa ein til tveir mánaðir av starvsløn til eina verkætlan, sum í roynd og veru tekur fleiri ár. Í býtinum av starvslønunum í ár sæst ein ábending um heldur størri portiónir til tey einstøku listafólkini, tað er gott, tí tað vísir lyndi til at taka listina í álvara.
Nevndin í Mentanargrunni Landsins
Nýggj nevnd varð sett í januar í ár. Teir nýggju limirnir og varalimirnir, sum Jenis av Rana, hevur valt í nevndina, eru:
Poul Guttesen, formaður. Varalimur fyri hann er Nils Ohrt.
Erland Tvørfoss, næstformaður. Varalimur fyri hann er Dávur Winther.
Hedvig Westerlund-Kapnas. Varalimur fyri hann er Rønn Eliasen.
Nýggir limir, og varalimir, sum eru vald eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum, LISA:
Hansina Iversen. Varalimur fyri hana er Gunnvá Zachariasen.
Hans Pauli Tórgarð. Varalimur fyri hann er Bárður Persson
Starvsløn 2021
12 mánaðir
Jóhan Martin Christiansen (myndlist)
Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)
6 mánaðir
Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað)
Hanni Julius Bjartalíð (myndlist)
Katrina í Geil (bókmentir)
Kim Simonsen (bókmentir)
Leivur Thomsen (tónlist)
Magni Husgaard (tón- og ljóðlist)
Mikael Blak (tónlist)
Randi Samsonsen (myndlist)
Sakaris Fríði Stórá (filmslist)
5 mánaðir
Kristina Ougaard Sørensen (palllist)
4 mánaðir
Silas Olofson (bókmentir)
Bárður Persson (palllist)
Atli Kamban (filmur)
3 mánaðir
Andreas Tykjær Restorff (tónlist)
Birita Adela Davidsen (tónlist)
Bjarni Mohr (bókmentir)
Eli Tausen á Lava (tónlist)
Gutti Winther (bókmentir)
Hans Tórgarð (palllist)
Jasmin Mote (tónleikur)
Rúni Brattaberg(bókmentir)
2 mánaðir
Búi Rouch (dansur)
Guðrið Poulsen (myndlist)
Katrin Joensen-Næs (filmslist)
Rannvá Holm Mortensen (myndlist)
Súni Joensen (ljóðlist)
Theodor Kapnas (tónlist)
Pauli Nielsen (týðing)
Martin Schürholz (týðing)
Jákup Sørensen (týðing)
Marita Thomsen (týðing)
1 mánað
Trygvi Danielsen (bókmentir)
ÍVERKSETANARSTUÐUL 2021
Jens L. Thomsen kr. 75.000,-
Ísak Sambleben kr. 75.000,-
Rannvá G. Niclasen kr. 75.000.-