Illsinnabløðran í Wimbledon finaluni

Rafa Nadal mátti taka seg úr Wimbledon orsaka av skaða, og Nick Kyrgios fær tí beinleiðis atgongd til finaluna. Sum vant hevur avrikið hjá Kyrgios í kappingina higartil verið ein blandingur av heimsklassa tennis og bøtum fyri illavorðnan atburð

Nick Kyrgios brølar eftir at hava vunnið móti grikska Stefanos Tsitsipas í Wimbledon í ár. Mynd: EPA
Steinar Patursson
8. juli 2022 kl. 13:45

Tað, sum møguliga skuldi vera ársins dystur í Wimbledon í ár, verðru kortini ikki til nakað, nú Rafa Nadal hevur tikið seg úr kappingini.

Eftir ætlan skuldu Nadal og australska illsinnavættið og tennis bad-boy Nick Kygios spæla í áðrari hálvfinaluni, men av tí at Nadal hevur stríðst við ein skaða í búkinum í fleiri dystir, hevur hann nú tikið avgerð um at taka seg úr kappingini.

Kyrgios og Nadal hava stríðssøgu

Lagt varð annars upp til eina rætta Wimbledon hálvfinalu, tí Nadal og Kyrgios hava kappast í hørðum  dystum áður, bæði á vøllinum og í miðlarúminum – eisini í Wimbledon.

Fyrstu ferð Nadal og Kyrghios hittust á einum tennisvølli var júst til Wimbledon í 2014, og hetta var fyrstu ferð, at tá 19 ára gamli Kyrgios tók lut í kappingini. Púra óvæntað vann Kyrgios dystin í fýra settum, og Nadal varð sendur úr kappingi uttan at vera komin so langt sum fjórðingsfinalurnar.

Teir báðir møttust aftur í øðrum umfari av Wimbledon í 2019, og hóast Nadal hesaferð var bestur, minnast fólk ivaleyst dystin fyri, at Kyrgios frá baklinjuni smekkaði bóltin beint eftir Nadal.
Hóast Nadal týðiliga kveitti eftir Kyrgios, kom eingin umbering, og í miðlarúminum eftir dystin gjørdi Kyrgios greitt, at hann hevði faktiskt roynt at raka mótstøðumannin.

- Hví skal eg biðja um umbering? Fýrurin hevur vunnið hvussu nógv slams? Hvussu nógvar pengar hevur hann á konto? Eg haldi, at hann klárar at fáa ein bólt í bringuna, segði Kyrgios til tíðindafundin.

Nadal gjørdi hinvegin í sínum tíðindafundi greitt, at Kyrgios vísti ov lítla virðing fyri dómarum og áskoðarum.

Nadal og Kyrgios hava higartil spælt níggju dystir móti hvørjum øðrum, har Nadal hevur vunnið seks, meðan Kyrgios hevur vunnið tríggjar.

Hóast viðurskiftini teirra millum ikki altíð hava verið av teimum bestu, tykjast tey kortini at vera batnað í seinastuni, og Kyrgios hevur gjørt greitt, at hann roknar Nadal fyri at vera besta tennisleikara í heimssøguni. Kyrgios sendi eisini Nadal eina heilsan umvegis Instagram, eftir at tað gjørdist greitt, at Nadal mátti taka seg úr kappingini.

- Ymiskir spælarar, ymiskar persónligheitir. Rafael Nadal, eg vóni, at edurvenjingin gongur væl, og vit vóna øll at síggja teg frískan aftur skjótt. Til næstu ferð…, skrivaði Nick Kyrgios.

Kyrgios í Grand Slam finalu fyri fyrstu ferð

Samstundis sum at Nadal hevur tikið seg úr kappingini, merkir hetta, at Kyrgios fær eitt walk-over og verður fyri fyrstu ferð at síggja í einari Grand Slam kapping.

Hóast breið semja er um, at Kyrgios er ein tann mest evnaríki leikarin í sínum árgangi, er hann ongantíð komin longur enn til eina fjórðingsfinalu í einari Grand Slam (Wimbledon 2015, Australian Open 2015).

Millum styrkirnar hjá Kyrgios er ein máttmikil serva, ein kanónhørð forhond og ein góð bakhond. Harumframt hevur hann sans fyri stílfullum og óvæntaðum spæli við nógvum sokallaðum hot-shots, ið kann vera torført hjá mótstøðumanninum at fyrihalda seg til.

Sinnalagið forðing fyri framgongd

Kyrgios hevur kortini ongantíð rokkið tær hæddir, sum væntað varð av honum, fyrst og fremst orsakað av óstøðuga sinnalagnum og huganum at skeldast við bæði áskoðarar, dómarar og mótstøðuleikarar.

Kyrgios hevur altíð verið ein leikari, sum ongantíð hevur tikið spælið – ella í hansara føri, arbeiðið – ov nógv í álvara, og hann er kendur fyri at brúka næturnar undan dysti antin framman fyri playstation ella á pub.

Eitt gott dømi um hetta er, tá Kyrgios fekk alt miðlarúmið at flenna eftir tapið móti Nadal til Wimbledon í 2014, tá ein tíðindakvinna setti honum ein spurning, og Kyrgios kendi hana aftur frá kvøldinum fyri.

- Tú vart á pubbini í nátt, segði Kyrgios.

Kyrgios kann vinna á Djokovic í finaluni

Kyrgios hevur havt eina framúr grassesong í ár, og útlitini fyri at fara heim við Wimbledon steypinum eru kanska ikki heilt av leið.

Í hinari hálvfinaluni skal bretski Cam Norrie royna at syfta verjandi meistaranum, Novak Djokovic, og hóast Djokovic seinastu vikurnar er farin tvey pláss aftur á styrkilistanum til triðja pláss á ATP styrkilistanum, hevur hann ikki tapt ein dyst á grasi seinastu 25 dystirnar, ið er triðlongsta sigursrøð á grasi í søguni. Tað er altso rættiliga sannlíkt, at tað verður Djokovic, ið fær hitt finaluplássið.

Hinvegin er Kyrgios ein av teimum heilt, heilt fáu, ið kunnu erpa sær av at hava vunnið allar sínar dystir móti Djokovic.

Kyrgios og Djokovic hava bert spælt tvær ferðir áður, báðar ferðirnar í 2017, og báðar ferðirnar hevur Kyrgios vunnið í tveimum settum.

Djokovic og Norrie spæla hálvfinaluna í dag kl. 15.00, og finalan verður sunnudagin kl. 14.oo.