Ongi úrslit

Íleggjarar hava sett eina milliard dollarar í nýggja sosiala miðilin hjá Donald Trump

Komandi sosiali miðilin hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump – “Truth Social” – hevur nú fingið eina milliard dollarar frá ónevndum íleggjarum

Sigurjón Einarsson
6. desember 2021 kl. 10:35

Hann er útihýstur frá Facebook, Instagram og Twitter, men tað steðgar ikki fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump at náa út til fólk via sosialar miðlar. Hann gongur ístaðin egnar vegir og arbeiðir enn við at seta ein nýggja sosialan pall á stovn, ið nevnist “Truth Social”. Og tað sær út til, at undirtøka er fyri nýggja sosiala miðlinum, tí íleggjarar hava nú sett eina milliard dollarar í nýggja pallin.

Tað skrivar Business Insider.

Í einari fráboðan skrivar Donald Trump, at hendan íløgan ger, at hansara felag – Trump Media & Technology Group Corp. – “stendur sterkari til at stríðast móti harðstýrið hjá Big Tech.”

Truth Social hevur sum endamál at skapa eina “opna, fría og ærliga globala samtalu”, upplýsir Truth Social, sum tó ikki upplýsir, nær vit kunnu vænta, at sosiali miðilin fer at virka.

Donald Trump er fleiri ferðir blivin ákærdur fyri at spreiða villleiðandi upplýsingar og óskjalprógvandi pástandir um valsvik, og bleiv eisini útihýstur frá Twitter, Facebook og Instagram, eftir at hansara viðhaldsfólk lupu á amerikonsku Kongressina á Capitol Hill í Washington, har hann millum annað hevði brúkt Twitter til at fáa sín boðskap út.

Facebook hevur eina uttanveltaða nevnd at hyggja upp á, um hann framhaldandi skal vera útihýstur, meðan Twitter hevur sagt, at hann ikki sleppur aftur á teirra sosiala miðil aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43