ILA staðfest í Íslandi

Ein nýggjur tilburður av ILA er staðfestur á eysturlandinum í Íslandi

(Mynd: Aquafacts)
Sigurjón Einarsson
28. apríl 2022 kl. 16:48

Ein tilburður av ILA er staðfestur í einum alibrúki á eysturlandinum í Íslandi. Hetta alibrúkið er í Reyðafjørðinum, sum er nærhendis Seyðisfjørðinum.

Tað veit ilaks.fo at siga.

ILA-tilburðurin er funnin í Sigmundarhús hjá Laxar Fiskeldi, sum liggur nærhendis einum øðrum alibúrki, har ILA varð staðfest í vetur.

Í eini fráboðan skrivar Ice Fish Farm, sum eigur Laxar Fiskeldi, at hetta fer eftir øllum at døma at ávirka framleiðslunøgdina fyri 2023.

– Avleiðingarnar av hesum smittutilburðinum eru ringar at meta um nú, men tað fer allarhelst at minka um framleiðslunøgdirnar fyri 2023, sigur forstjórin í Ice Fish Farm, Guðmundur Gíslason, í eini fráboðan til keypsskálan í dag.

Í økinum, har ILA-tilburðurin er staðfestur, eru umleið ein millión av laksi, sum hava eina miðalvekt upp á 0,476 kilo.

– Laxar fer framhaldandi at greina avleiðingarnar og kemur við meira upplýsingum, so skjótt tær eru atkomuligar, stendur at lesa í fráboðanini, sambært ilaks.no.