Ongi úrslit

Ikki útlit fyri rentuhækking um okkara leiðir

Tað er als ikk ivist, at danski tjóðbankin fer at fylgja norska tjóðbankanum og hækka rentuna, sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum. Danski tjóðbankin hevur onnur endamál enn norski.

Steinar Patursson
Í gjár kl. 12:45

Hóast norski tjóðbankin í dag hevur tikið avgerð um at justera rentuna uppeftir, eru ongar ábendingar um, at danski tjóðbankin hevur í hyggjuni at gera tað sama, og av somu orsøk eru ikki útlit fyri rentubroyting í Føroyum.

Tað sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum.

Norski tjóðbankin boðaði í morgun frá, at rentan verður hækkað, millum við tí fyri eyga at bremsa norska búskapinum og prísunum á norska bústaðarmarknaðinum.

Men tað merkir ikki, at danski tjóðbankin hevur tað sama í hyggjuni.

Malan Johansen greiðir frá, at yvirskipað er uppgávan hjá danska tjóðbankanum at halda donsku krónuna stabila í mun til evruna, og at hetta málið verður í fyrstu atløgu gjørt við at selja og keypa gjaldoyra.

Tað er ikki fyrr enn tey amboðini ikki røkka, at farið verður undir at justera rentuna, greiðir Malan Johansen frá.

Ein av orsøkunum til, at norski tjóðbankin hækkar rentuna, er, at mett verður, at tað er neyðugt at bremsa prísunum á norska bústaðarmarknaðinum. Yvirhøvur verið keypsorkan lægri, gerst rentan hægri.

Men til teirra um okkara leiðir, ið vóna, at tað sama fer at henda við rentuni í Danmark og í Føroyum, eru útlitini ikki góð, tí í løtuni er einki, ið bendir á, at danski tjóðbankin hevur ætlanir um at hækka rentuna.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53