“Ikki pissa ímóti Russlandi”

Eitt nýtt skelti er komið upp við landamarkið millum Noreg og Russland, har tað stendur, at tú ikki skalt pissa ímóti Russlandi

Sigurjón Einarsson
31. august 2021 kl. 11:30

Noreg/Russland: Við markið millum Noreg og Russland er eitt nýtt ávaringarskelti komið upp at standa, har upplýst verður fyri ferðandi, at “tú skalt ikki pissa ímóti Russlandi”.

Tað upplýsir AFP-tíðindastovan.

Skeltið er skrivað á enskum, og er sett við áarbakkan við Jacobs-ánna, ið skilir londini bæði.

– Tú skalt ikki pissa ímóti Russlandi, stendur skrivað stutt og greitt á skeltinum.

Við síðuna av er eitt skelti, har tað stendur, at norska marknaløgreglan hevur eftirlit við økinum.

– Skeltið varð nokk sett har av fólkum, sum hava tað besta í hyggju at ávarað fólk, ið ganga framvið, um ikki at útinna eina vanvirðandi framferð, sigur løgregluyvirmaðurin Jens-Arne Höilund til Barents Observer. Víðari sigur Höilund, at:

– Vatnlát í náttúruni nýtist ikki at vera vanvirðandi, men tað valdast staðið. Júst á hesum stað kemur tað undir eina lóg, ið forbjóðar vanvirðandi atferð við markið. Norska lógin sigur greitt, at “vanvirðandi atferð við landamarkið til eitt annað land ella myndugleikar tess”.

Skuldi tað komið fyri, at onkur ikki fær hildið sær, og noyðist at sleppa sær av við vatnið beint við markið millum Noreg og Russland, so kann tað kosta tær eina bót upp til 3.000 norskar krónur.