Ikki longur krav at giftast neyðtøkumanninum

Nú er ikki longur møguligt hjá neyðtøkumonnum at sleppa undan revsing, við at giftast neyðtøkuoffrinum

Guðrun í Jákupsstovu
9. september 2017 kl. 12:35

Í Libanon og øðrum londum í ávikavíst miðeystri, men eisini Filippinunum, hevur tað leingi verið gjørligt hjá neyðtøkumonnum at gifta seg við neyðtøkuoffrunum, og sostatt sleppa undan lógarrevsing. 

Hesum hava áhugabólkar fyri kvinnurættindum harðliga mótmælt í fleiri ár. Tær siga, at ein slík lóg setur offur fyri neyðtøku í eina enn verri offurstøðu. Ógvsuligar, grafiskar herferðir hava verið settar í verk at mótmæla hesari lógini, m.a. hevur mann hongt blóðplettaðar brúðarkjólar upp í almennum rúmum og skriva, "Ein hvítur kjóli fær ikki fjalt neyðtøku".

Hesi mótmæli byrja at bera ávøkstur. Libanon hevur nú ógildað hesa lógina.
Libanon er ikki fyrsta landið at avtaka hesa lógina, fleiri lond í miðeystri hava seinastu tíðina avtikið og ógildað slíkar lógir. M.a. Marokko, Tunis og Jordan. Hetta skrivar the New York Times.

Umboð fyri áhugabólkarnar fyri kvinnurættindi í miðeystri siga, at tá slíkar lógir vera broyttar, so gevur tað eisini vón fyri broyttum hugburðum í teimum patriarkalsku samfeløgunum, har æran hjá familjuni er tengd at sakloysinum hjá dóttrini.