Ikki koyrandi um Gøtueið

Vegurin er stongdur í eina løtu, meðan tað verður arbeitt við at fáa tveir lastbilar leysar

Jonhard Hammer
2. januar 2025 kl. 18:40

Kl. 20.10:

Nú er koyrandi aftur um Gøtueið

-

Fitt av kava er komin niður, og viðhvørt rýkur tað, men sambært lv.fo, so er tað koyrandi um alt landið, burtursæð frá til Gjáar.

Í løtuni er tað tó ikki koyrandi um Gøtueið. Tað kemst av, at tveir lastbilar eru fastir. Tað verður arbeitt við at fáa teir leysar aftur, og tað verður roknað við, at tað aftur verður koyrandi um eina lítla løtu.

Um tað ikki eydnast at fáa teir leysar nú beinanvegin, so verður ferðslan leidd ígjøgnum, áðrenn tað aftur verður stongt, meðan arbeiðið at fáa bilarnar leysar fer at halda fram.