Nú kjak hevur tikið seg upp um enskt sum undirvísingarmál í skúlunum, fari eg her at gera viðmerkingar til kjakið. Sumt av tí, sum verður sagt her, er tikið úr eini grein, sum eg hevði í Fregnum fyrst í hesi øldini. Men hesin spurningurin er framvegis líka aktuellur nú eina fjórðingsøld seinni.
Tann kendi amerikanski málvísindamaðurin Howard Giles sigur, at grundin til at eitt mál kemur í vanda, er at fólkini skifta mál: fara frá at nýta eitt fáment mál til at nýta eitt annað fjølmentari mál, sum tey duga og sum er ein natúrligur partur av teirra umhvørvi. Bakgrundin fyri eini slíkari støðu er ofta tvímæli. Og tvímæli kann tí vera orsøk til, at eitt mál kemur í vanda. Giles hevur gjørt sær tankar um, hvat málsligt lívføri er treytað av. Hann sigur, at tað eru tríggir høvuðstættir, sum hava týdning: tign (status), demografi og sokallaðir stovnsligir stuðlar, t.e. stovnar, sum nýta málið í øllum viðurskiftum. Teir stuðla upp undir málið á tann hátt, at við at nýta tað, eru teir við til at varðveita og menna tað.
Tað er ikki ókent í tvímálsligum málsamfeløgum, at fólk nýta ymisk mál á ymsum samfelagsøkjum. Eitt nú kunnu tey tosa móðurmálið heima, men annað mál í skúlanum og í arbeiðslívinum; og um tey ætla sær fram í samfelagnum, verða tey noydd at skifta frá móðurmálinum til annað mál, tí at móðurmálið ikki hevur ta neyðugu tignina. Hetta var støðan í Føroyum fyrr, tá ið danskt var tað tignarliga málið. Í dag er tað enskt, sum hevur fingið hesa støðu.
Vit hava sterkar stovnsligar stuðlar. Í løgtinginum verður tosað føroyskt. Alt kunningartilfar frá landsstýrinum er á føroyskum, lógir, kunngerðir og reglugerðir eru á føroyskum, og allir stovnar undir landinum nýta føroyskt; rættarmálið, undirvísingarmálið og kirkjumálið er føroyskt. Av øðrum stovnsligum stuðlum kunnu nevast føroyskar fyritøkur, tí tær nýta føroyskt. Í ídnaði og tænastum og á nógvum vinnuvirkjum verður stórur dentur lagdur á at nýta eitt gott føroyskt mál. Á tí átrúnaðarliga økinum er málið oftast føroyskt. Á mentanarøkinum stendur føroyskt eisini stint. Vit hava fingið nógvar føroyskar skúlabøkur og barnabøkur. At vit fáa fleiri og fleiri útbúgvingar í Føroyum er eisini gott fyri málið, tí tá er talan um málsligan økisvinning.
Men vit skulu ikki so langt aftur í søguna fyri at staðfesta, at føroyingar máttu skifta frá føroyskum til danskt, eitt nú í skúlanum, og tá ið fólk skuldu venda sær til myndugleikarnar, men soleiðis er ikki longur. Føroyskt hevur vunnið fram á økjum, sum fyrr vóru á donskum.
Tað ræður um at hava virðing fyri føroyskum, og virðingina vísa vit við at brúka málið. Við virðingini kemur tignin. Virðing og tign er knýtt at, um vit brúka málið ella ikki. Í tí løtu vit ikki brúka málið, er virðingin farin, og tignin somuleiðis. Tað at fara at undirvísa á enskum, tí at summir næmingar ikki skilja føroyskt, er ikki tann rætta gongdin. Í staðin eiga vit at leggja nógv størri dent á at styrkja føroyskt sum annaðmál. Um næmingar verða undirvístir á enskum, kann tað fáa óhepnar avleiðingar. Tað er ikki óhugsandi, at í hvussu er summir av hesum næmingunum fara at búseta seg í Føroyum, stovna familju og fáa børn, og tá kann tað skjótt henda, at teirra børn fara at hava enskt sum fyrstamál og føroyskt sum annaðmál.
Støðan í heiminum er hon, at øll málsamfeløg eru í minsta lagi tvímálslig. Í hesi altjóða tvímálsstøðuni er enskt altíð annað málið. Ein slík støða er serliga viðkvom í einum fámentum máli. Hetta mugu politikararnir taka í álvara, og tað kunnu teir gera við at uppraðfesta føroyskt sum annaðmál og játta teir neyðugu pengarnar til hetta økið.
Føroyskt er eitt fáment mál og er tí viðbrekið. Tað eru bara vit í Føroyum (umframt nøkur túsund uttan fyri Føroyar), sum tosa hetta málið. Og tí er tað okkara ábyrgd at syrgja fyri, at komandi ættarlið eisini fara at brúka føroyskt sum sítt fyrsta mál.
Tað er sjálvandi ein stórur fyrimunur at duga enskt, men tað má bara ikki koma hartil, at enskt avloysir føroyskt á so týðandi økjum sum í undirvísing, sum í roynd og veru er leinkið millum ættarliðini. Tá er talan um ein tann størsta og vandamesta økismissin, sum vit kunnu ímynda okkum, og tað má fyri alt í verðini ikki henda.
Í framtíðini verður tað vónandi enskt og føroyskt, ikki enskt ella føroyskt, tí verður tað ein spurningur um antin ella, so vita vit hvør vinnur. Lat okkum tí heldur satsa upp á bæði og.