Ístaðin skal annaðhvørt eitt "ríkiseindar-heilsuverk" ella 8-10 minni heilsu- og umsorgarnarregiónir setast ístaðin.
Hetta vóru tvey av uppskotunum hjá donsku heilsubygnaðar-kommissjónini, hvat viðvíkur spurninginum um, hvussu framtíðar danska heilsuverkið skal uppbyggjast.
Triðja uppskotið minnir í stóran mun um verandi býtið, har mælt verður til, at mann annaðhvørt varðveitir tær verandi fimm regiónirnar, ella at tær verða avmarkaðar til bert tríggjar í tali.
Sambært Lars Gaardhøj, formanni í Region Hovedstaden, er hetta ikki neyðturviliga eitt gott átak. Hann metir, at tað ikki er eitt gott hugskot, at tey, sum hava ábyrgdina av heilsuni, ikki eru fólkavald.
"Danskarar halda, at heilsa er millum tað allartýdningarmiklasta, tískil er avgerandi at politikararnir, sum hava ábyrgdina, verða heftir at hesi ábyrgd við at val er fjórða hvørt ár", hevur Lars Gaardhøj sagt.
Tilmælini vórðu í dag løgd fram og handaði innlendis- og heilsumálaráðharranum Sophie Løhde eftir eitt tíðarskeið við nógvum gølum, bæði innan heilsu- og regiónsøkini í Danmark, har krabbameinsgølan við Aarhus Universitetshospital hevur verið millum tær mest umrøddu.
Danska stjórnin skal nú taka støðu til uppskotini hjá kommissjónini.
Tær verandi fimm regiónirnar í Danmark eru ávikavist Region Nordjylland, Midtjylland, Syddanmark, Sjælland og Hovedstaden.
Uppskot til nýggjan danskan heilsureform væntast at verða lagt fram eftir summarið.