Árið, ið fór, var fyrsta árið, har einki bankarán varð framt í Danmark.
Tað sigur Finansforbundet í tíðindaskrivi í dag.
Talið á bankaránum hevur verið nógv minkandi síðan aldarskiftið. Í 2000 vóru 221 bankarán í Danmark, men síðan 2017 hava verið færri enn 10 bankarán um árið, og í fjør var so einki.
Sambært Finansforbundet er talið á bankaránum fallið, samstundis sum at bankarnir eru givnir við at hava ov nógvar kontantar kassar í bankadeildunum.
Steen Lund Olsen, næstformaður í Finansforbundet, sigur, at tað er ”einki minni enn fantastiskt”, at eingi bankarán vóru í fjør, tí at tað gongur ótrúliga hart út yvir bankafólkini, tá tey verða rænd.