Í dag, fríggjadagin 25. november, er Black Friday á skránni. Black Friday er eitt amerikanskt marknaðarbragd, sum er komið til Evropa og nú eisini til Føroya. Seinastu dagarnar hava vit verið díkt undir við alskyns tilboðum frá handlum og virkjum, hvussu nógv niðursett vørurnar eru í dag.
Men nú er svenska møplafyritøkan IKEA komin við einari fráboðan, at tað ynskir ikki at luttaka í hesari forbrúkaraveitsluni og vrakar Black Friday.
Við yvirskriftini “Latum okkum spilla minni” ynskir IKEA at seta fokus á endurnýtsludeildina hjá fyritøkuni, ið nevnist CIRKULÄR, sum eggjar kundunum til at geva sínar møplar eitt nýtt – ístaðin fyri at keypa nýggjár møplar.
Sambært Christian Mouroux Pedersen, ið er Country Communication & Sustainability Manager hjá IKEA í Danmark, hevur tað ongantíð verið so týdningarmikið at halda fast við grønu dagsskránni enn júst nú, og tí vrakar IKEA Black Friday.
– Veðurlagskreppan er eitt álvarsmál, og vit mugu ansa eftir klótuni. Okkara forbrúk eigur at broytast, og tí mugu vit halda fast við okkara langtíðarætlan, sum snýr seg um at geva fólki íblástur til at hugsa um meira burðardygga nýtslu, sigur Christian Mouroux Pedersen í einum tíðindaskrivi.
IKEA í Danmark sigur, at fyritøkan byrjaði hetta átakið í fjør, og tá komu 3.000 vørur inn gjøgnum tænastuna “Endursøla”, so hesar vørur kundu seljast aftur, og “fáa eitt nýtt lív – í einum nýggjum heimi”, skrivar IKEA Danmark.
– Tað er jaligt at uppliva, at okkara kundar eru so sinnaði at geva sítt íkast til eina burðadygga broyting. Tí fara vit framhaldandi at menna loysnir, sum skal eggja fólki til at fara ringbúskaparvegin, sigur Christian Mouroux Pedersen í tíðindaskrivinum.