ÍF greitt á odda í meistaradeildini hjá monnum

Fuglfirðingar eru á veg heim til Fuglafjarðar við 3-1 sigri í skjáttuni

Dan Lamhauge
31. oktober 2020 kl. 20:52

Ein dystur í meistaradeildini hjá monnum varð leiktur í Stórhøllini í Havn í dag. Fleyr, sum mánakvøldið vann 3-1 á sørvingum í Sørvági, tók ímóti ÍF.

ÍF hevur havt eitt støðugt kappingarár higartil, og hevur lagt seg á odda. Í dag vunnu teir aftur. Talan var um tættan dyst. Eftir fyrstu trý settini var støðan 2-1 til ÍF, men settini vóru tøtt, 20-25, 25-22 og 22-25. Tað skuldi eitt fjórða sett til, og tá fór luftin úr havnarmonnum, og fuglfirðingar vunnu sannførandi 13-25.

Stóra flogbóltslegendan í Fuglafirði, Bartal Eliasen, er partur av venjaratoyminum hjá ÍF. Hann er nøgdur við gongdina.

- Vit spæla ein góðan dyst. Tað er gott við tøttum dystum, men tað er eisini stuttligt at seta tingini upp á pláss, sum vit gera í fjórða sett.

Bartal hevur alt gott at bera hópinum. 

- Vit hava vant væl, og tað gevur úrslit. Og so hava vit skaffað okkum ein serba. Hann kemur at hava stóran týdning fyri, hvussu árið fer at roynast hjá okkum. Higartil eru vit stak væl nøgd við hann.

Sunnudagin klokkan 13 leika Mjølnir og SÍ í Klaksvík.