ÍF keypir spælara úr Kolombia
25 ára gamli álopsspælarin hevur roynt seg í Makedonia
Jóannes Hansen
9. februar 2023 kl. 20:13
Fótbóltsárið nærkast við risafetum. Leygardagin klokkan 11 fer ÍF í VFF Cup at spæla á ovara vølli í Gundadali imóti EB/Streymi, og í fyrsta umfari í landskappingini fer ÍF leygardagin 4. mars at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.
Í kvøld boðar ÍF frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við nýggjan álopsspælara, sum er ættaður úr Kolombia.
ÍF sigur, at 25 ára gamli Jhon Mena hevur umboðað lið í næstbestu deildini í heimlandinum og lið í bestu deildini í Makedonia. Hann hevur royndir í at røkja flestu framrættaðu plássini, men hann er fyrst og fremst álopsspælari, siga teir í ÍF.
Talan er um sáttmála, sum er galdandi fyri 2023.