ÍF hevur 550 túsund krónur í avlopi

Skuldin er mest sum ruddað burtur hjá ítróttarfelagnum í Fuglafirði

Formaður í ÍF er Georges Rouah
Jóannes Hansen
10. februar 2023 kl. 16:58

Um góðar tvær vikur fer ÍF at hava aðalfund. Tá verður ársroknskapurin fyri 2022 lagdur fram, og tað er greitt, at rakstrarúrslitið er heilt gott.

Fótbóltssendingin hjá FM1 í dag var í Fuglafirði. Ein av gestunum var Georges Rouah, sum er formaður í ÍF.

Georges Rouah og ÍF fara í ár aftur at royna seg í bestu deildini, eftir at liðið í fjør flutti upp úr næstbestu deildini.

ÍF hevur síðani kappingarlok í fjør skrivað undir sáttmálar við nógvar av lokalu spælarunum, og sáttmálar eru undirskrivaðir við onkrar úrlendingar.

-Eg havi ikki so nógv skil fyri fótbólti, men eg veit, at tað ikki ber til, um tað fíggjarliga ikki hongur saman. Um vit hava undirskot á hvørjum ári og harvið økja um skuldina hjá felagnum, so verður felagnum ikki lív lagað. Vit hátíðarhildu í fjør 75 ára dagin hjá ÍF, og vit ætla eisini at hátíðarhalda 100 ára dagin, sigur Georges Rouah við Trónd Arge á FM1:

-Tá ið vit fóru undir arbeiðið fíggjarliga at vinna okkum upp á slætt, oyðilegði korona nógv, tí vit mistu so nógvar inntøkur, men nú sær frægari út:

-Roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum, sum verður í aðru viku. Men eg kann siga longu nú, at rakstrarúrslitið verður eitt yvirskot á 550 túsund krónur. Saman við teimum, sum vit skylda pengar, hava vit arbeitt miðvíst við at fáa skuldina burtur, og tað gongur rætta vegin. Vit høvdu ætlað, at skuldin fór at vera burtur undan aðalfundinum, sum nú verður, men vit skylda millum 120 og 140 túsund krónur. Tað kemst av, at vit hava verið noyddir at gera eitt sindur av íløgum, sum skulu gerast, tá ið felagið er umboðað í bestu deildini, sigur Georges Rouah.

Formaðurin sigur, at felagið er meiri enn bara besta liðið, tí talan er um felagsskap fyri øll í bygdini, har tað búgva 1600 fólk, og har áhugin fyri fótbólti millum børn og ung er stórur. Men Georges Rouah ásannar samstundis, at tað er neyðugt at keypa spælarar, um besta liðið skal standa seg í bestu deildini.

-Heldur enn tríggjar fuglfirðingar og átta fremmandar, so vilja vit hava átta fuglfirðingar og tríggjar fremmandar á liðnum. Við øðrum orðum arbeiða vit tilvitað við at fáa javnvág á liðið. Sum tað sær út i løtuni, so hava vit møguleika at keypa ein fremmandan spælara aftrat, sigur George Rouah formaður í ÍF í samrøðu við FM1.

ÍF hevur í vetur skrivað undir sáttmála við tríggjar útlendskar spælarar.

Fyrsti landskappingardysturin hjá fuglfirðingum í 2023 verður leygardagin 4. mars, tá ið ÍF verður gestur hjá 07 Vestur í Sørvági.