ÍF er føroyameistari í flogbólti í bólkinum dreingir 12
Síðsti FM finalu dystur fyri yngru deildirnar á hesum sinni er nú leiktur í Trongisvági, og harvið er kappingarárið 2022/2023 liðugt fyri hesar deildirnar
Ragnar Sjúrðarson
26. mars 2023 kl. 17:27
ÍF - Ternan: 2 - 0 (25-16, 28-26)
ÍF setti punktum við at vinna 2-0 á Ternuni í kappingini fyri dreingir 12.
Í 1. settið fylgdust liðini nakað uppeftir, men móti endanum setti ÍF trumf á og legði seg langt framum og vann settið sannførandi.
Í 2. settið fylgdust liðini allan vegin og Ternan byrjaði at hava sett bólt, men ÍF kom aftur og vann settið 28-26 og harvið eisini føroyameistaraheitð.
Dagsins leikari fyri ÍF varð Filip Jovevic og dagsins leikari fyri Ternuna varð Elias Búason Jensen.