ÍF-SÍ: 3-0 (25-14, 26-24, 27-25)
Dreingir 16 hjá ÍF eru júst vorðnir føroyameistarar. Fyrst í mars vunnu hesir dreingirnir eisini steypafinaluna ímóti Ternuni, og harvið kann ÍF kalla seg greipuvinnarar.
Liðið úr Fuglafirði leikti finalu ímóti SÍ og vóru greitt omaná og vunnu 3-0, hóast 2. og 3. sett vóru rættuliga tøtt.
ÍF hevur í ár valt at lata hesar ungu dreingirnar fáa munandi leiktíð á besta liðnum hjá ÍF í Føroya Tele deildini, og hetta sást aftur í dystinum í dag, har ÍF ongan iva lat vera um, at teir vóru betra liðið.
Á liðnum hjá SÍ leikti Eydna Henriksen, sum veruliga legði trýst á ÍF liðið við sínum góðu servum - serliga í 2. settið og sum hevari megnaði hon at fáa tað besta burturúr Matheo Eystberg og Róar í Haraldstovu í álopspartinum hjá SÍ.
Dagsins leikari fyri ÍF varð Filip Ilic og dagsins leikari fyri SÍ varð Matheo Eystberg.
Allir dystirnir síggjast á Rás 1 á Televarpinum.