ICES mælir til nógv minni makrelveiðu og nakað minni veiðu av svartkjafti

ICES mælir til eina lítla hækking í veiðuni av norðhavssild

hav.fo/Eydna í Homrum deildarleiðari - Tilfeingi
30. september 2024 kl. 16:49

Havstovan skrivar soleiðis í dag um ICES tilmælini fyri uppisjóvarfisk:

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.

 

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 577 túsund tons fyri 2025, sum er ein lækking á heili 22% í mun til í ár.

Makrel­stovnurin hevur verið í minking síðani 2014, og stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum helst stavar frá ovveiðu saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.

 

Tilmælið fyri makrel er 576.958 tons fyri 2025, sum er ein lækking á heili 22% í mun til í ár. Makrel­stovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.

Gýtingarstovnurin  er mettur at vera 2,78 mió. tons, sum er beint oman fyri burðardygga markið á 2,58 mió. tons (Btrigger).

Nógva veiðan saman við minkandi stovni, hevur havt við sær, at veiðitrýstið í 2024 er komið upp á 0,41, sum er væl oman fyri hámarksvirðið (FMSY = 0,26).

 

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1,4 mió. tons fyri 2025, sum er ein lækking á 5,4% í mun til tilmælið í ár.

Henda lækking kemst av, at árgangirnir í 2022 og 2023 eru mettir at vera undir miðal, og tí kann ein minking væntast í gýtingar­stovninum komandi árini. Bulurin í fiskiskapinum er nú góðu árgangirnir frá 2020 og 2021.

 

Tilmælið fyri svartkjaft er 1.447.054 tons fyri 2025, sum er ein lækking á 5,4% í mun til tilmælið í ár. Henda lækking kemst av at 2019 árgangurin ikki telur líka nógv í fiskiskapinum longur, soleiðis at bulurin í fiskiskapinum nú eru góðu árgangirnir frá 2020 og 2021. Árgangirnir í 2022 og 2023 eru mettur at vera undir miðal, og tí kann ein minking væntast í gýtingarstovninum komandi árini.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 5,97 mió. tons, sum er væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi.

Veiðitrýstið í ár er 0,51, sum er væl oman fyri burðardygga hámarkið (FMSY = 0,32). Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið síðani 2014.

 

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 402 túsund tons fyri 2025, sum er ein hækking á 3% í mun til í ár.

Gýtingar­stovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at hann kvinkaði eitt vet uppeftir í 2020 og 2021. Gýtingar­stovnurin er tó minkaður aftur í fjør og í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.

Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.

Tilmælið fyri norðhavssild er 401.794 tons fyri 2025, sum er ein hækking á 3% í mun til í ár. Gýtingar­stovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at hann kvinkaði eitt vet uppeftir í 2020 og 2021. Gýtingar­stovnurin er tó minkaður aftur í fjør og í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 2,9 mió. tons, sum er undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,184 mió. tons). Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.

Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið síðani 2019, men er í ár minkað niður á 0,134, sum er undir hámarkinum fyri, nær varsemi skal vísast (FMSY = 0,157).

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2025 og broytingarnar frá 2024 til 2025.

 

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2025 og broytingarnar frá 2024 til 2025.

Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið 30-45% oman fyri vísindaligu ráðgevingina, men í 2024 minkaði ovveiðan av sild og svartkjafti við umleið 10%.