Meðan almenna flogfelagið herheima gongur við stórum ætlanum um at byggja hotell í høvuðsstaðnum fyri at skapa betri gistingarmøguleikar í landinum, er íslendska flogfelagið, Icelandair, farið heilt øvugtan veg.
Kappingin við útlendsk flogfeløg, og serliga íslendska lágprísfelagið WOW Air, er nú so hørð, at felagið, fyri at leysgeva kapital, hevur sett sær fyri at selja tann partin av samtakinum, sum rekur hotelvirksemi, Icelandair Hotels. Tað skrivar danska ferðavinnuheimasíðan check-in.dk.
Kappingin hevur rakt íslendska flogfelagið hart. Í fjør hevði felagið eitt avlop upp á 293 milliónir krónur, men tað er ein lækking upp á heili 59 prosent í mun til áriðfyri.
Tað er orsøkin at flogfelagið nú fer at selja Icelandair Hotels og teir bygningarnar sum hýsa hotellunum, fyri at miðsavna virksemið um altjóða flúgving og tær íløgur, ið eru tengdar at flog- og ferðafólkavinnu, skrivar check-in.dk.
Icelandair Hotels rekur í løtuni 13 hotell í Íslandi við 1.937 kømurum tilsamans, harav tey 876 eru í Reykavíkarøkinum.
Í høvuðsstaðnum er talan um Reykjavík Natura (gamla Hótel Loftleiðir), Reykjavík Marina, Hilton Reykjavík Nordica, Canopy Reykjavík/City Centre, Reykjavik Konsúlat Hotel og Hótel Alda. Icalandair Hotels finnast eisini í Akureyri, við Mývatn og í Hérað á Eysturlandinum. Harumframt er felagið umboð fyri hotel í Flúðir, Klaustur, Hamar og Vík umframt at reka summarhotellketuna Hotel Edda, sum hevur 10 hotell kring landið.