Icelandair undirskot fyri fyrstu ferð í fleiri ár

Eftir fleiri ár á rað við yvirskoti, hevði Icelandair í fjør eitt undirskot á 370 milliónur krónur

Turið Justinussen
11. februar 2019 kl. 16:57

Eftir fleiri ár á rað við yvirskotið, hevði Icelandair í fjør eitt undirskot á nærum 370 milliónur krónur, ið er ein afturongd á góðar 600 milliónur krónur í mun til árið fyri. Tað skrivar check-in.dk í dag

Icelandair hevði í 2018 eitt tap á 55,6 milliónur dollarar, sum svarar til næstan 370 milliónur krónur. Árið fyri, hevði tað íslendska flogfelagið eitt yvirskot á 37,5 milliónur dollarar, ið svarar til 250 milliónur danskar krónur. Talan er sostatt um eina aftirgongd á góðar 600 milliónur krónur. 

Orsøkin til ússaliga úrslitið er tann sama, sum onnur flogfeløg eisini upplivað, ið eru rakt av øktari kapping og prístrýsti afturat øktum prísum á brennievnum.

Samtaksstjóri í flogfelagnum, Icelandair, sigur soleiðis um úrslitið:

- "2018 var ikki eitt gott vinnuár. Úrslitini vórðu ússaligari enn framrokningarnar vístu í byrjanini av árinum, sum tá vóru merktar av harðari kapping, lágum, ofta irrationellum prísum og stórari príshækkan á brennievnum. Samstundis hava broytingar í sølu- og marknaðarvirkseminum hjá okkum og í rutu- og flogferðslukervinum havt eina keðiliga ávirkan á úrslitið."

Bogi Nils Bogason, samtaksstjóri (Mynd: Icelandair Group)

Seta nýggj og neyðug tiltøk í verk
Hóast Icelandair í 2018 megnaði at økja umsetningin við sjey prosentum til 1,51 milliardir dollarar, sum svarar til 9,975 milliardir danskar krónur, var hetta ikki nokk til at forða einum stórum undirskoti eftir fleiri ár á rað við góðum úrslitum.

Flogfelagið heldur ikki, at úrslitið frá í fjør kann góðtakast, og hevur tískil sett eina røð av tiltøkum í verk, ið vónandi fara at tryggja eina munandi betri inntøku í 2019.

Millum annað skal kapasiteturin tillagast til tess at fáa eina betri javnvág í flogferðslukervið, sum umfatar flogrutur frá flogvøllinum í Keflavik til 23 flogvallar í Norðuramerika og 26 ferðamál í Evropa.

Eisini fer flogfelagið framyvir at leggja stóran dent á inntøkurnar við ætlan um at økja søluna av uppískoytisveitingum. Í fjóðra kvartali í fjør eydnaðist tað nevniliga Icelandair at økja søluna at uppískoytisveitingum frá 18 til 24 dollarar, sum svarar til 160 krónur. 

Harafturat, skal sølu- og marknaðarvirksemið styrkjast, ein nýggj inntøkustýrisskipan skal setast í verk, og at enda, ætlar Icelandair at umhugsa, hvussu innanríkisflúgvingin í dótturfelagnum, Air Iceland Connect framyvir skal skipast. 

Ilt at spáa um úrslitið í 2019
Sum nú er, ber ikki til hjá Icelandair at meta um, hvat úrslitið í 2019 fer at verða, men sambært samtaksstjóranum, er málið er greitt: Lønsemið skal økjast og rakstrarvirksemið skal styrkjast:

- "Tað er greitt, at óvissa er í okkara rakstrarumhvørvi, og at okkara kappingarumhvørvi fer at broytast. Fyritøkan hevur tó tann fyrimun, at hon hevur eitt sterkt grundarlag og evnarík og dugnalig starvsfólk. Fíggjarstøðan hjá fyritøkuni er sterk, og eg eri sannførdur um, at vit eru væl útgjørd til at taka ímóti avbjóðingini og gagnnýta teir møguleikar, ið eru fyri framman" staðfestir samtaksstjórin, Bogi Nils Bogason.