Íblástur til tey skapandi

Nærvera skal til hjá listafólkum. Er nærveran ikki har, ber ikki til at skapa. Hetta sigur íslendska RánFlygenring, sum er rithøvundur og myndprýðari. Hon vitjar Bókadagar 16. novembur, kl 10.

Tíðindaskriv
4. november 2024 kl. 14:12

“Eg ynski ikki at tekna eina likku, soleiðis sum hon sær út ígjøgnum ein kikara. Eg royni at tekna likkuna so ljóslivandi, at tað byrjar at kennast, hvussu hon kavar niður í fólkamongdina eftir tí síðsta skitna kipsinum á vegnum. Til tað krevst ein heilt serlig nærvera. Mangla vit nærveru, so kann tað enda við, at vit endurskapa tær somu áskoðanirnar, sum longu finnast, og sum vit halda, eru tær einastu galdandi”    

 

Soleiðis segði Rán Flygenring, ein av mest kendu og spennandi rithøvundunum og myndagrafikarunum úr Íslandi, tá hon legði fram royndarhugskotið "Fuglahúsið" fyri einum altjóða áhoyraraskara á DesignMarch í Reykjavík í vár.

 

Nú kunnu fólk síggja og hoyra Rán Flygenring leggja fram "Fuglahúsið" á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum. Fuglahúsið er áhugavert og skemtilig søga um eitt kreativt drivið menniskja og hennara serstøku evni at eygleiða, tekna og at knýta menniskjað saman við náttúruna. Rán fer m.a. at greiða frá, hvussu foy hon var, tá hon fór at ganga í kirkju - fyri vinum, starvsfeløgum og øðrum kirkjugangarum, og um hvussu heimurin lat seg upp fyri henni í kirkjuni.

 

Framløgan gevur tær íblástur og er áhugaverd fyri øll lesandi og skapandi fólk, filosoffar, droymarar og aktivistar.  

 

Rán er íslendskur myndprýðari, listafólk og rithøvundur. Bókin Vígdis er týdd og útgivin á føroyskum í 2020, og í 2023 fekk hon Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Eldgos.

 

Aðalkonsulát Íslands í Føroyum skipar fyri tiltakinum á Bókadøgum í samstarvi við Norðurlandahúsið.