Iberiska hálvoyggin var sum bleytt smør

HM U-21: Teir, sum higartil hava verið mest á vøllinum, sótu á beinkinum, tá ið Føroyar í dag vunnu trivaligan sigur ímóti Portugal

Jóannes Hansen
26. juni 2023 kl. 16:22

EM finaluna fyri U-21 landslið vann Spania. Mótstøðuliðið var grannatjóðin á Iberisku hálvoynni. Føroyar hava í U-21 HM kappingini vunnið ímóti Spania, og í dag vunnu Føroyar ímóti Portugal. Tað vil siga, at Føroyar í hesi HM kappingini hava vunnið ímóti teimum báðum, sum stóðu seg best av øllum í EM endaspælinum.

Sigurin í dag var sera sannførandi. Føroyar vunnu 27 – 19 eftir hálvleiksstøðuna 15 – 9 , og sigurin var merkisverdur á so mangan hátt. Eitt er tað púra óveruliga og dreymakenda, at lítlu Føroyar megna at seta eina fyri og aðra eftir av stóru hondbóltstjóðunum upp á pláss. Men tað eru vit seinastu dagarnar so von við. Sigurin í dag var tann fimti í fimm dagar. Føroyar vunnu innleiðandi bólkin, og sigurin ímóti Portugal í dag ber við sær, at Føroyar eisini hava vunnið miðumfarið ella meginumfarið, sum tað eisini verður nevnt.

Tað er eisini merkisvert, at teir, sum í dag vunnu við átta málum ímóti Portugal, sum fyri stuttum var í EM finaluni, vóru teir, sum higartil ikki hava verið so nógv á vøllinum. Elias, Hákun, Ísak og Pauli og aðrir, sum hava spælt nógv, og sum ivaleyst eru troyttir, vóru á beinkinum, og so vóru tað hinir, sum vístu, at á føroyska liðnum eru tað ikki stjørnur og eykamenn, men at tað eru 16 stjørnur á føroyska liðnum, og hósdagin, tá ið fjórðingsfinalan verður í Berlin, verður Óli Mittún 17. spælarin, og hann fer ikki at draga niður.

Aleksandar Lacok var ein sannur brandur í málinum og var kosin at vera dagsins maður.

Bjarni í Selvindi var øgiligur langskjútti, Bogi Hansen var framúr á høgra veingi, Rói Ellefsen á Skipagøtu var fínur spælskipari, og allir hinir vóru sum bergi í verjuni og hugfloksríkir og stór hóttan í álopinum.

-Hetta var framúr úrslit. Vit hugsa ikki um, hvørjum vit skulu spæla ímóti hósdagin, men í dag sóu vit, hvussu nógvar ymiskir kvalitetir eru á liðnum. Eitt nú, at Bjarni í Selvindi er framúr, tá ið vit spæla 7 ímóti 6, sigur venjarin Mark Lausen-Marcher í samrøðu við Kringvarp Føroya.

-Um eg fái møguleikan, so eri eg sjálvandi tøkur at fara á vøllin hósdagin, sigur Bjarni í Selvindi í samrøðu við Kringvarp Føroya.

Seinni í dag verður tað greitt, hvørjum Føroyar fara at spæla ímóti hósdagin, tá ið talan verður um fjórðingsfinalu í Berlin.

Portugal – Føroyar 19 – 27 (9 – 15)

Føroyar: Bogi Hansen 8, Bjarni í Selvindi 8, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Kristian Jensen 2, Kristoffur Bjørgvin 2, Pauli Høj 2, Brian Slyne 1, Sveinur Olafsson, Ovi Lútzen, Hákun West av Teigum, Ísak Vedelsbøl, Janus Dam Djurhuus, Pauli Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu

Málverjar: Aleksandar Sasha Lacok 14/33 42,4%, Pauli Jacobsen