Borce Markovski úr Bitola í Norðurmakedónia fer komandi kappingarárið at hava ábyrgd av barna- og ungdómsarbeiðinum á Argjum.
Nevndin í ÍA sigur í tíðindaskrivi, at tey eru sannførd um, at Borce kemur at hjálpa okkum at flyta felagið fram á leið, og vit gleða okkum at arbeiða saman við honum. Borce kemur frá eini øðrvísi hondbóltsmentan, enn vit eru von við, og hann er klárur at seta sín dám á framtíðina hjá ÍA.
- Vit ynskja Borce hjartaliga vælkomnan í felagið og vóna, at øll taka væl ímóti honum, skrivar felagið.
Borce er 52 ára gamal og hevur Master Coach Licence frá EHF og útbúgving innan Physical Sport and Health. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, millum annað sum høvuðsvenjari hjá U19-manslandsliðnum hjá Makedonia.
Seinastu tvey árini hevur Borch verið venjari hjá Stíf, og tá hann longu hevur búð her í tvey ár, tí metir ÍA, at tað er ein fyrimunur, at hann kennir væl Føroyar og viðurskifini her.