Í Vágum er alt ein kann ynskja sær av einum minniligum summardegi

Í Vágum verða fleiri stór tiltøk í summar, umframt øll tey vanligu tilboðini sum eru - og okkurt spildurnýtt

Gásadalur
Áki Bertholdsen
13. mai 2024 kl. 20:00

Í Vágum skínur sólin altíð. Tað plaga vágafólk at taka til, tá ið prátið snýr seg um veðrið. Men Bryndin í Dali, leiðari á kunningarstvovuni í Vágum, Visit Vagar, sigur, at í roynd og veru er tað so, at sólin skínur sum oftast í  Vágum, tá ið tað er mjørki í Havn, og aðrastaðni eystanfyri.

– So tá ið mjørkin sígur saman um eystanfyri, er tað sjálvsagt at rýma vestur í sólina, heldur hon fyri.
 

Fleiri stór tiltøk

Bryndis í Dali sigur, at í summar er nógv av øllum møguligum at fara til vestanfyri.

Nakað, sum er heilt serstakt fyri Vágar, er at ganga húsagongd har gestablídni er nakað heilt fyri seg. Í ár ganga tey húsagongd í Sandavági 4. mai. Tá verður skipað fyri stovukonsertum í hugnaliga og gamla býlinginum á Sondum við Daniu O. Tausen, Gudny Rasmussen, Magna Christiansen, og øðrum tónlistafólki.

Bryndis í Dali sigur, at allan mai mánað varpar Vága kommuna ljós á umhvørvi og náttúru undir heitinum »undurfagri mai«.

Í hesum sambandi verða ein røð av tiltøkum allan mánaðin, og endabrakið verður mentanarvikan, Maisól, sum verður í døgunum 26. mai. til 1. juni, tá ið tey av álvara bjóða summarinum vælkomnum.

– Tað munnu vera fá vágafólk sum ikki eiga ein cowboyhatt, og teir skulu finnast fram aftur 6.-8. juni, tá ið árligi country & blues festivalurin fer av bakkastokki, sigur Bryndis í Dali.

– Tá verður Dungasandur umskapaður til ein rættan western bý við hestavogni, hoyballum, western saloon o.s.fr., har okkurt er til øll, leggur hon afturat.

Síðani verður vestanstevnuna, sum er í Sandavági í ár, og hon verður vikuskiftið 12.-14. jul. Ein mánað seinni, í døgunum frá 11.-17 august, verður trivnaðarvika í Sørvági, og beint eftir tað verða seinsummardagur í Sandavági, og tað verður 24. august.

Og summarið endar við Føroya Vakrasta Hálvmaraton, sum verður 7.septembur.
 

Onnur tiltøk

Umfarmt tey stóru tiltøkini, eru eisini nógv annað at fara til. Aftur í ár kunnu børn og barnsligar sálir uppliva Peter Pan og harkaliði úr Neverland í heilum líki umborð á Westward Ho, sum verður umskapaður til Jolly Roger.

Tað verður siglt á fjørðinum, og framvið Neverland eins og vit kenna tað úr filminum. Hesir túrar verða gjørdir 24. juni-7. juli.

Gásadalsgarður bjóðar nýggar túrar sum tey rópa korn & øl túrar, har fólk kunnu hoyra um hvussu Múlafoss ølin verður bryggjað heilt frá kornteigunum í Gásadali til tað endar í eini fløsku frá Føroya Bjór - sum sjálvandi verður upptrekt við góðum útsýni yvir Múlafoss.

Til tey meira ævintýrahugaðu, ber til at rógva út á bøsdalafoss við Vága Kajak, sum júst hevur keypt fleiri kajakkir, sum nú eru 44 í tali.

– Við hvørjum árataki verða gerandis stúranir gloymdar, og náttúrunnar vakurleiki tekur teg inn í annan heim, har tú kanst njóta løtuna og friðin á vatninum, sigur leiðarin á kunningarstovuni.

Tað er ikki neyðugt at ganga svangur aftaná allar upplivingarnar, tí tað eru fleiri matstøð í Vágum, bæði Fiskastykkið, Café Zorva, Smiðjan, Pollastova og Gásadalsgarður.

Men í ár letur eisini eitt sermerkt matstað upp í Bø. Har hevur eitt fyrrverandi fjós fingið nýtt endamál, tí tað skal verða karmur um fundir og veitslur.

Men mánadagar og týsdagar í summarhálvuni, frá 17. mai til 27. august verður kafé í fjósinum við stuttfluttum rávørum, og frálíkum útsýni út á Drangarnar og Tindhólm.

Og nú ið Hotel Vágar letur upp aftur í nýggjum nýmótans hami seinast, hava tey eisini møguleikar at gista har vesturi