Síðsta summar var felagsskapurin hjá illa gitna, Paul Watson aftur í Føroyum og royndu at forða okkum at drepa grind. Tað fingu tey einki burtur úr - men nú hóttir hann við at koma aftur.
Paul Watson er koyrdur úr Sea Shepherd, tí sjálvt tey halda, at hann er ov víðgongdur í sínum virksemi. Men tað hevur ikki steðgað honum, tí hann stovnaði sín egna felagsskap, Captain Paul Watson Foundation, og tað hevur hann gjørt saman við ymsum, samsintum, Sea Shepherd fólkum.
Og í einum boðum til síni viðhaldsfólk nú ein dagin, staðfestir Paul Watson, at tey fara aftur at koma til Føroyar nú í summar.
Og hann hóttir við, at hesa ferð verður stríðið harðari enn nakrantíð áður. Í hesum sambandi sigur hann, at tey fara at leggja bæði búskaparligt og politiskt trýst á føroyingar fyri at tvinga okkum í knæ so at vit fara at gevast at drepa grind.
Seinasta summar, brutu tey føroyska lóg, tí tey fingu forboð at koma inn um føroysk sjómark, men kortini komu tey heilt inn í Nólsoyarfjørð.
Tað fekk skiparin á skipi teirra John Paul De Joria, 157.000 krónur í bót fyri, men dómurin er skotin inn fyri landsrættin og har er málið ikki avgreitt enn.
Og Paul Watson ger greitt, at tey fara aftur at bróta lógina í ár. hann sigur nevniliga, at tey fara at senda fólk til Føroya í summar og verður grindadráp, fara tey at leggja upp í fyri at forða fyri tí.
Tað er ólógligt at órógva grindadráp, so tað er eisini eitt lógarbrot.