Í Peru eru børn vorðin hægri og klókari

Tað kann loysa seg at gera íløgur í heilsugóðan kost til smábørn

Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim
23. mars 2018 kl. 10:32

Hetta sæst týðiliga í Peru, har stjórnin hevur lagt dent á heilsugóðan kost til børn fyri at bøta um føðslutrot í landinum. Børnini gerast alsamt hægri, hava fingið betri heilsu og eru vorðin dugnaligari í skúlanum


Í Peru hava børn fingið betri heilsu og eru munandi hægri á vøkstri samanborið við børn, ið høvdu samsvarandi aldur fyri tíggju árum síðani. Hetta vísir ein frágreiðing, ið Heimsbankin kunngjørdi fyri stuttum. Orsøkin er, at fleiri børn fáa betri og sunnari mat, tá tey eru heilt lítil, og at nýggi lívshátturin stuðlar kroppinum at røkka ta nátúrligu hæddina.

Næstan helmingurin av børnunum úr bygdasamfeløgnum í Peru vóru ov lág á vøkstri í 2015. Hetta stóðst serliga av, at trot var á heilsugóðum kosti við føðsluevnum, ið eru neyðug, um børn skulu vaksa seg stór og sterk. Hóast trupulleikin við føðslutroti ikki er loystur til fulnar, er tað í dag bert fjórða hvørt barn, ið er ov lágvaksið.


Fleiri eru vorðin tilvitaði um, at hæddin kann vísa tekin um føðslutrot

Walter Vilchez Davila er leiðari á kost- og heilsudeildini hjá felagsskapinum CARE í Peru. Hann greiðir frá, at tað er vanligt, at peruarar seta vánaliga heilsu í samband við hosta, fepur, leyst lív og høvuðpínu. Íbúgvarnir leggja sostatt sjáldan til merkis, at okkurt kann vera áfatt, tá børnini ikki vaksa, sum tey áttu. Davila hevur arbeitt við heilsufremjan í Peru í 25 ár og er jaligur um støðuna, sum hon er í løtuni:“Íbúgvarnir gerast alsamt meiri upplýstir um týdningin av góðum kosti, og hetta hevur fingið stjórnina at hyggja nærri at føðslutroti og gera nakað við í trupulleikan.”

Davila leggur serligan dent á, at góðu úrslitini standast av eini blanding av vælvild frá íbúgvunum og einum skerptum politiskum fokusi. Í seinastuni hevur stjórnin, saman við ymiskum felagsskapum, skipað fyri nøkrum ítøkiligum arbeiðsætlanum fyri at bøta um fólkaheilsuna í landinum. Ein teirra er sokallaða JUNTOS-ætlanin, ið hevur havt við sær serliga góð úrslit. JUNTOS snýr seg um at veita pening til mammur hvønn mánað, um hon aftur fyri vigar og kannar síni børn regluliga á sjúkrahúsum. Samstundis krevur ætlanin, at mamman góðtekur at fáa undirvísing í heilsugóðum kosti.

Vantandi menningin rakar ikki bert kroppin. Um eitt menniskja ikki fær røttu føðsluevnini sum barn, ávirkar tað førleikan hjá heilanum at mennast. Kanningar vísa, at kroppurin lættari fær ment seg ígjøgnum lívið, men tá skaðin er hendur í heilanum, so hjálpir lítið at eta heilsufremjandi kost seinni í lívinum. Hópin av londum velja nú at fylgja Peru; ímillum hesi lond eru Vietnam, Bangladesj, Senegal og Etiopia.