Í øðini inn á Liverpool og Manchester United: Gev teimum eina harða revsing

Gary Neville er í øðini inn á tey seks feløgini í Premier League, sum hava undirskrivað eitt skjal, har tey játta seg til at byrja eina nýggja kapping, sum verður nevnd Super League

Sigurjón Einarsson
19. apríl 2021 kl. 10:35

Seint í gjárkvøldið váttaðu 12 evropeisk fótbóltsfeløg, at tey hava ætlanir at byrja eina nýggja kapping, sum skal eita Super League.

Tað er stórfeløgini Real Madrid, Atletico Madrid, Barcelona, Juventus, Milan, Inter og tey sokallaðu Big Six-feløgini í Onglandi: Manchester United, Manchester City, Liverpool, Tottenham, Arsenal og Chelsea, ið hava tikið stig til hesa nýggju kappingina.

- Trý feløg verða boðin við, saman við hinum 12 feløgunum, áðrenn innleiðandi kappingina, sum verður sett í gongd so skjótt sum umstøðurnar loyva tí, skriva feløgini í eini felags fráboðan.

Nýggja Super League skal spælast mitt í viku og fevnur um 20 lið, harav 15 teirra eru millum stovnandi feløgini. Tey seinastu fimm feløgini, ið ætlanin er at fáa við afturat, skulu kvalifisera seg til at sleppa við í nýggju kappingina.

Gary Neville í øðini

Tá tíðindi um hesa ætlanina at byrja nýggja kapping rakti fótbóltsheimin, vóru tað mong sum góvu ilt av sær. Ein av teimum var fyrrverandi Manchester United-bakkurin og serfrøðingurin hjá Sky Sports, Gary Neville, ið var úti við rívuni móti teimum seks ensku feløgunum, sum hava játtað seg at vera við nýggju kappingini, tá hann varð spurdur um hesa ætlan.

- Nokk er nokk. Hvussu kann mann yvirhøvur hugsa um at blíva partur av einari Super League? Ynskir mann bara at svíkja hini 14 feløgini í Premier League umframt The Championship (næstbesta enska deildin, red.) og hinar ensku kappingarnar? Hetta er fullkomiliga at oyðileggja ta skipan, vit hava brúkt tey seinastu 150 árini at byggja upp vegna hesi seks feløgini. Hetta er pínligt, sigur Gary Neville við Sky Sports.

- Hetta kemur ikki at henda. Revsið hesi feløgini beinavegin. Gev teimum stórar bøtur og revsistig. Tak meistaraheitir frá teimum.

- Gev meistarheitið til Burnley. Lat Fulham verða í deildini og lat Manchester United, Liverpool og Arsenal flyta niður. Tað eru tey feløgini, ið áttu at verið harðast revsaði, ljóða boðini frá Gary Neville.

Her gevur Gary Neville sína hjartans meining til kennar:

Leiðandi politikarar hava eisini verið frammi og sagt sína meining um hesa nýggju kappingina. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, harmast ætlanina.

- Hendan ætlanin rakar beint í hjartað í okkara heimligu kapping og fer at ørkymla áskoðarar kring alt landið, ljóðar tað frá forsætisráðharranum.

Eisini tann franska stjórnin hevur reagerað um tíðindini um nýggju deildina. Franski forsetin, Emmanuel Macron, frøðir seg yvir, at einki lið í fronsku deildini hevur játtað seg til at vera við í nýggju kappingini.

Tey týsku feløgini hava eisini sagt nei til nýggju kappingina.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, finst eisini at hesi ætlanini og hóttir við at fara í rættin við hesum feløgum, fyri at steðga nýggju kappingini.

Sambært UEFA, so kunnu feløgini verða revsað fyri at fara undir sína egnu kapping. Tey kunnu verða útihýst frá heimligu og evropeiskum kappingum, og spælarar kunnu missa møguleikan at umboða sítt landslið.