Í nátt verður árliga Super Bowl finalan

Super Bowl er tað størsta ítróttaliga tiltakið í USA. Í ár eru Los Angeles Rams og Cincinnati Bengals í finaluni. Víðagitna finalan í amerikonskum fótbólti verður bríksla ígongd klokkan 23:30 í nátt

Kristian Waag Dam
13. februar 2022 kl. 13:48

Super Bowl er hin seinasti dysturin í NFL kappingarárinum og tann mest týdningarmikli. Super Bowl var fyrstu ferð hildið í 1967. Tey bæði liðini, sum luttaka í Super Bowl, eru tey bestu liðini í NFC (National Football League) og AFC (American Football Conference).

Finalan ímillum Los Angeles Rams og Cincinnati Bengals, verður leikt á SoFi Stadium í Inglewood, Kalifornia. SoFi Stadium er eitt nýtt stadium. Eftir ætlan, so átti finalan í fjør at verið leikt har, men tá var vøllurin ikki liguður. Tískil verður Super Bowl leikt á SoFi Stadium í ár. Seinast Super Bowl var leikt í Los Angeles umráðnum var í 1993.

- Hevði tú fortalt mær undan kappingarárinum, at vit fóru at luttaka í Super Bowl, so hevði eg allarhelst kallað teg øran, men kappingarárið gekk sína gongd og nú undrar hettar meg als ikki.

Soleiðis segði Joe Burrow, stjørnan hjá Cincinnati Bengals, stutt eftir dystin ímóti Kansas City Chiefs, tá Cincinnati Bengals tryggjaði sær pláss í Super Bowl finaluni. Tað kom óvart á fleiri fjepparar og viðmerkjarar, at Cincinnati Bengals kláraði seg so mikið væl. Vinna Cincinnati Bengals í nátt, so er tað fyrstu ferð, at teir vinna Super Bowl. Teir taptu Super Bowl finaluna í bæði 1982 og 1989.

Seinast Los Angeles Rams vann Super Bowl finaluna var í 2000. Teir hava haraftrat tapt tríggjar Super Bowl finalur. Fyri at Los Angeles Rams kundi tryggja sær sess í Super Bowl finaluni, var neyðugt hjá teimum at vinna á, millum annað Tampa Bay Buccaneers, har Tom Brady spælir. Los Angeles Rams hava ein ógvuliga sterkan hóp, nakrar av stjørnunum eru Matthew Stafford og Von Miller.

Tað er ítrótturin, sum er í hásæti tá Super Bowl er á skránni, men hóast hetta, so er tónleikurin og reklamurnar í “halftime show’inum” eisini ein risa partur av tiltakinum. Hálvleikurin, sum har verður nevndur “halftime show”, er eyðkendur við tónleiki og undirhaldi. Tað er heldur ikki bara ein og hvør, sum sleppur at framføra í hálvleikinum, millum annað hava nøvn sum Beyonce, Prince og Justin Timberlake, øll framført í eyðkenda hálvleikinum. Í ár eru tað Dr. Dre, Snoop Dogg, Eminem, Mary J. Blige og Kendrick Lamar, ið sleppa at framføra.

Orsakað av korona, sluppu einans 25.000 áskoðarar at vera við til dystin í fjør, men í ár er støðan ein onnur. Sambært Reuters, so vera áleið 100.000 áskoðarar á SoFi Stadium í nátt.

Tíðarmunurin millum USA og Føroyar er stórur, tí verður dysturin leiktur so seint. Super Bowl byrjar klokkan 23:30 føroyska tíð.